Tað sær ikki út til at vera nakað mark fyri, hvussu skilaleysur ein bilførari kann vera. Tað er fatanin, løgreglan situr eftir við eftir eina hending í Klaksvík.
Løgreglan sigur, at um náttúrðatíð í gjárkvøldið ringdu fólk í Klaksvík púra ovfarin á støðina at boða frá, at ein bilur lá og koyrdi runt í Klaksvík við einum barni á sletu aftur úr í bandi. Bilførarin hevði knýtt sletuna upp í bilin og dróg so sletuna runt í gøtununum við barninum á, og tað vóru fólk so uppreitt av, at tey meldaðu.
Løgreglan fór at leita, men tey funnu ikki bilføraran. Men løgreglan sigur, at hetta er so vandamikil atburður, at varð bilførarin funnin, hevði tað verið lagt upp til eina treytaða frádøming. Tað merkir, at bilførarin hevði verið noyddur at tikið koyrikortið av nýggjum, annars hevði hann mist tað.
Løgreglan sigur, at slíkt spæl er lívshættisligt, tí kemur bilurin í eina støðu, har hann skal bremsa, rúka bæði sleta og barn undir bilin. Tað sama hendir, skuldi onkur rent á bilin, ella bilurin sjálvur renur á.
– Ein sleta hevur ongar bremsur, og ongar kúfangarar at taka ein stoyt, so spæl av hesum slagnum er so lívshættisligt, at tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, sigur løgreglan og brúkar hesa hendingina til at vísa á, at máti skal vera við, hvussu bilførarar bera seg at.