Beint eftir, at bussurin við børnunum, sum skuldu í skúla í Klaksvík, var farin framvið fríggjamorgunin, bóltaði ein stórur klettur oman á landsvegin ímillum Viðareiði og Hvannasund. Steinurin var so stórur og tungur, at hann kundi syft bussin við børnunum í havið nógvar favnar niðanfyri.
Javnan rullar grót úr fjallasíðuni oman á landsvegin. Enn hava politikararnir ikki tikið hetta í álvara, men hava raðfest hesa farleið aftarliga, tá hugsað verður um, hvussu vandamikil vegurin er.
Jógvan Nybo, bygdarráðsformaður á Viðareiði, sigur, at bygdarráðið hevur gjørt vart við hetta á rætta staði, men bert hevur fingið tað svar, at eingin peningur er tøkur til at bøta um hetta vandamál.
Bygdarráðsformaðurin visti einki um omanlopið fríggjadagin, fyrrenn Sosialurin ringdi til hansara.
Viðingar halda lítið um, at tey hoyra slík tíðindi sum slatur og ikki verða ávaraði, tá so ógvuslig omanlop hava verið.
Gera hvat vit kunna
Steinurin slapp ikki at liggja leingi á vegnum, tí menn frá Landsverkfrøðinginum vóru skjótir á staðið og fingu hann burtur.
Finnleif Durhuus, verkfrøðingur hjá LV, sigur, at tað sjálvsagt altíð er gott við upplýsing, men spurningurin er, hvat tú skalt brúka hana til.
Hann sigur, at nógv hevur verið tosað um júst hetta.
- Tað ber til at seta skelti upp, men tey eru fyri at ávara um grót á
vegnum. At ávara um omanlop ber illa til, tí tú veitst ikki, hvat og hvussu nógv kann leypa, sigur hann.
Ganga minst 8 ár
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður er burturstaddur í feriu í løtuni; tí vendu vit okkum til løgmann at spyrja hann, hvørjar ætlanir liggja fyri framman til at bøta um farleiðina til Viðareiðis.
Hann sigur, at tá norðoyatunnilin er liðugur, verður farið undir at gera tunnil úr Ánunum til Norðdeplis. Síðani er ætlanin at gera tunnil úr Hvannasundi inn í Vík og víðari inn í Dalar.
Men hetta eru dýrar íløgur, sum fara at kosta nógvar milljónir, og vit mugu rokna við, at tað fara at ganga í minsta lagi 8 ár, áðrenn ein tryggari farleið verður veruleiki, sigur hann.