Mangur føroyingur man hava gingið í skúla ella arbeitt í Aarhus umhvørvinum í Danmark, og meðan býurin mangan hevur verið umrøddur sum eitt friðarligt stað í mun til Keypmannahavn, so er støðan nógv versnað seinastu tíðina.
Tí bandin “Loyal to Familia” hevur síðani í endanum av mai mánaði roynt at fingið fótafesti í Aarhus, og tað hevur viðført, at løgreglan í økinum er boðsend fleiri ferðir til álvarsaman hendingar.
Her er eitt yvirlit yvir tað, sum hent er.
26. mai – Løgreglan handtekur 70 fólk. Serliga orsaka av brot á politiviðtøkurnar, meðan ein verður tikin fyri rúsevni og sendur til grundlógaravhoyringar.
29. mai – Fýra menn í skottryggjaðum vestur verða handtiknir við ymiskum vápnum í bilinum, meðan ein fimti verður handtikin fyri at hava vápn á sær. Tveir aðrir vórðu eisini handtiknir hetta kvøld.
3. juni – Tvey fólk við vápnum av ymiskum slag renna inn í ein handil fyri at leita eftir fólki frá øðrum bandum. 10 minuttir seinni hoyrast fleiri skot, tá ið nakrir bandar renna saman.
4. Juni – Um 01 tíðina verða tvey fólk leyslatin, sum vórðu handtikin eftir skotbardagan 3. juni. Men tey sleppa ikki langt frá løgreglustøðini, áðrenn tey verða árend við bili. Tveir mans á 21 og 23 ár vórðu aftaná varðhaldsfongslaðir fyri grovan harðskap og drápsroynd.
5. juni – Fleiri skot eru latin á parkeringsplássi. Eingin varð raktur av skotunum. Ein 25 ára gamaln varð hendan dagin handtikin og skuldsettur fyri skotbardagan 3. juni.
6. juni – Skot verða latin nær ein marknað í býnum. Eingin varð raktur.
8. juni – Løgreglan handtekur og skuldsetur ein 22 ára gamlan mann fyri drápsroynd eftir skotbardagan 3. juni
12. juni – Ein 21 ára gamal maður varð skotin fleiri ferðir í undirlívið. Hann slapp frá hendingini við lívinum, men løgreglan hevur enn ikki fangað gerningsmannin.
15. juni – Ein 21 ára gamal verður handtikin og skuldsettur fyri drápsroynd fyri skotbardagan 3. juni. Hann er harvið tann fimti skuldsetti í málinum. Eingin av teimum hoyrir til bandain Loyal to Familia, men hinvegin hoyra teir til ein lokalan banda frá Brabande.
/ritzau/