Lívshættisligt arbeiði hjá Nike og Adidas

Arbeiðsfólk verða sjúk av eitrandi royki, fáa arbeiðsskaðar og ov lítla løn á verksmiðjunum hjá skógvafyritøkunum Nike og Adidas í Indonesia.

Hetta verður avdúkað í frágreiðingini, We Are Not Machines, sum altjóða hjálparfelagsskapurin, Oxfam, hevur almannakunngjørt í sambandi við at felagsskapurin fyri aðru ferð innan tvey ár hevur kannað arbeiðsviðurskiftini á verksmiðjunum. Hesaferð var endamálið við kanningini at kanna um viðurskiftini vóru batnaði síðan seinast. Men framstigini eru ring at hóma, hóast Nike sigur seg vera á røttu kós við at bøta um arbeiðsumstøður hjá arbeiðarunum.

Harafturímóti góðtekur Adidas ikki niðurstøðurnar hjá frágreiðingini, men sigur at lønirnar júst eru hækkaðar og at fyritøkan eggjar fakfeløgunum at vera meira sjónlig á verksmiðjunum.