Handilskurvar í matvøruhandlum eru so skitnar, at ein ikki eigur at leggja matvøru í. Tær nýggju við hjólum eru serliga skitnar, ávarar ein danskur serfrøðingur.
Væta frá kjøti, kroyst frukt, rotin salatbløð og mold frá eplum eru summi av tingunum, sum seta seg fast í innkeypskurvar, sum vit dagliga nýta, tá vit keypa inn.
Innkeypskurvar eru ein stór bakteriubumba, sum kunnu elva til eitt nú magasjúkur hjá kundunum.
Danska blaðið 24timer hevur kannað bakteriuinnihaldið í innkeypskurvum í 10 donskum matvøruhandlum, og niðurstøðan er ikki sørt skelkandi.
Í sjey út av tíggju handlum eru tær so skitnar, at frukt og grønt, eins og vørur í tunnum pakningi ikki eiga at koma í samband við tær.
Tað heldur serfrøðingurin í matvørureinføri, Michael Réne frá Professionshøjskolen Metropol.
-Við slíkum reinførispolitikki er avgjørt orsøk til at stúra fyri heilsuni, sigur Michael Réne við 24timer.