Lívsgleði á Seglloftinum

Í kvøld, 20. oktober, verður eitt upplýsandi og gevandi tiltak um strongd og lívsgleði á Seglloftinum á Tvøroyri. Tiltakið byrjar kl. 19.00. Tað er Niclas Heri Jákupssson sum heldur báðar fyrilestrarnar, sum hann undir einum hatti kallar: Út við Strongd - Inn við Lívsgleði. Tiltakið er bæði ætlað privatpersónum og arbeiðsplássum

Strongd er blivin ein fólkasjúka. Nýggjar kanningar vísa, at 4. hvør persónur í Evropa, hevur merkt strongd yvir eitt longri tíðarskeið. Tað er ymiskt hvar keldan til strongdina kemur frá, men tá eitt menniskja fær strongd, so rakar tað bæði arbeiðspláss og familjuna.

Lívsgleði smittar

Eftir ein lítlan steðg, so kemur fyrilesturin um lívsgleði, sum Niclas Heri kallar ?Born to be alive?. Hetta er ein jaligur, undirhaldandi og litríkur fyrilestur, sum avgjørt er ein góður mótpolur til strongd.

Tað eru feløgini Vilt og Fegin, ið skipa fyri fyrilestrarøðini, ið eisini hevur verið aðrastaðni í landinum, og nú hava suðuroyingar møguleikan at hoyra um strongd og lívsgleði.