Lívsfrælsi besta barlast

? Lívsfrælsið føroyinga telur hjá okkum meira enn tað politiska frælsið, staðfesti formaður Javnaðarfloksins í 1. mai?røðuni í Tórshavn, og gjørdi harumframt fakfeløgini varug við, at tey í fullveldisspurninginum skuldu viga fyrimunirnar móti kostnaðinum

Røðan, formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, helt á Vaglinum í Tórshavn líktist nógv einum framrættum lógva til føroysku fakfelagsrørsluna, men var tó harumframt ein greið politisk fráboðan um, at tey lágtløntu eiga at vera á varðhaldi fyri óvissum broytingum; serliga teimum, ið snúgva seg um ríkisrættarligu støðu landsins.

Jóannes Eidesgaard mintist rakárini tá kreppa var, og frøddist um at føroyingar høvdu fótað sær aftur, men mælti eisini áhoyrarunum til at minnast, skilja og læra alla gongdina, heilt undan kreppuárunum og fram til dagin í dag. ? Lat okkum sláa fast, at vit ikki vóru mótstøðufólk hjá hvørjum øðrum, hóast vit sótu á ymiskum rókum. Tímalønt, løntakarar, fiskimenn, vinnulív, politikarar og øll onnur høvdu kreppuárini ein og sama fígginda. Og fíggindin var sjálv kreppan, segði formaður Javnaðarfloksins.


Felags kós

Jóannes Eidesgaard gjørdi fitt burturúr alheims arbeiðarasøguni, og mintist eisini, hvussu tungur fakfelagsburðurin hevði verið herheima. Hann legði dent á fakfelagsliga frambrotið, talan var um tá Javnaðarflokkurin varð stovnaður. Úr hesum afturliti Jóannesar spratt eitt ynski um, at hetta neyva og tætta samstarv millum politisku og fakfelagsligu rørslurnar átti at verði uppafturtikið.

Í hesum samstarvi segði formaður Javnaðarfloksins, at stórar avgerðir skuldu takast. ? Á gáttini til eina nýggja øld mugu tit sum fakfelagsrørsla, og vit sum politikarar seta eina ætlan út í kortið. Og hví ikki stinga kósina og leggja ætlanirnar í felag, spurdi hann, og spáddi stórar broytingar, ið fara at krevja skjótar avgerðir, bæði í fakfelagsliga og politiska umhvørvinum. Besta støðið fyri hesum broytingum eru sambært formanni Javnaðarfloksins ein góð vælferðarskipan. ? Øll samfelagslig menning í Føroyum hevur til endamáls at skapa eitt samhaldsfast samfelag fyri frí og fræls menniskju, har umsorgan fyri felags áhugamálum og vælferð fólksins eru í hásæti, legði hann dent á.


Føroyska fullveldið

Javnaðarpolitikarin fór síðan inn í spurningin um føroyskt fullveldi. Hann segði lívsvirðini og lívsfrælsi hins einstaka vera bestu barlastina í nýggjum avbjóðingum. ? Lívsfrælsið føroyinga telur hjá okkum meira enn tað politiska frælsið, staðfesti hann, og gjørdi fakfeløgini varðug við, at tey í fullveldisspurninginum skuldu viga fyrimunir tess móti kostaðinum. ? Politiskar avgerðir eiga at hava festi í vilja og ynskjum fólksins?

Røðarin heitti staðiliga á fakfeløgini um í størri muna at skipa seg í felagsskapi, og segði at tey í spjaðingini avvápna seg sjálvi. ? Hetta gevur mótpartinum styrki, hann ikki hevur uppiborið, helt Jóannes Eidesgaard.

? Í dagliga politikkinum tørvar okkum eina rødd frá fakfelagsrørsluni, segði formaður Javnaðarfloksins móti endanum, og eftirlýsti í hesum sambandi, hvat henda rødd heldur um kappingarførið, láglønarsamfelagið, ótarnaða marknaðarbúskapin, pensiónsmálið, kommunumálið, miðsavningina, ES-spurningin, ríkisstuðulin, fullveldi o.s.fr.

? Latið okkum fara inn í nýggju øldina við einum sterkum og sameintum vinstravongi, ljóðaði áheitan Jóannesar Eidesgaard á Vaglinum hin 1. mai 1999?



Fýra fyrivarni


Jóannes Eidesgaard:


?tað kann vera gott at leita aftur í aðalmálið, aftur til røturnar, aftur á grundvøllin,


? so vit ikki, tí tíðin talar fyri tí, vraka vælferðina og lívsfrælsi til frama fyri tað ókenda?


? so vit ikki, tí tíðin talar fyri tí, síggja málið, men gloyma kostnaðin?


? so vit ikki, tí tíðin talar fyri tí, lata forfeingiligheitina blinda okkum, at vit ikki síggja gerandisdagin í morgin við øllum sínum?


? so vit ikki, tí tíðin talar fyri tí, velja frælsi og fáa ófrælsi?