Heilsufrøðiliga Starvstovan afturkallar nú fleiri sløg av viðskera frá Delika í Aalborg.
Orsøkin er, at listeria-bakteria er funnin í fleiri av vørunum.
Listeria kann vera lívshættislig. Vanligu sjúkueyðkennini kunnu líkjast teimum ein fær av vanligari krímsjúku, altso fepur, høvuðpína og magatrupulleikar. Men hendinga ferð kann listeria eisini elva til meningitis og blóðeitran.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir tískil til, at tey, sum hava hesar ávísu vørurnar frá Delika, um at burturbeina tær, ella at lata hana inn aftur í handilin, haðani hon er keypt.
Vørurnar, sum eru afturkallaðar eru vørur, har pakkingin er dagsett frá og við 7. november í ár til og við 6. desember.
Og talan er um hesar vørur frá Delika í Aalborg, sum eru afturkallaðar:
– Sylte, 300 g
– Kalkunsylte, 300 g
– Rullepølse, 350 g
– Mesterpålæg hamburgerryg, 90 g
– Mesterpålæg røget rullepølse, 90 g
– Slagtermesterens hovmester skinke, 1,5-1,8 kg
– Partyskinke kogt/røget.
Virkisnummarið er: DK 5350 EF