Triðji hvør dani fær krabba og fjórði hvør fer at doyggja av krabbameini. Hetta kemur fram í Ugeskrift for læger. Niðurstøðan tekur støði í teimum frágreiðingum, sum verða latnar donsku krabbaskránni.
Men tað eru eisini eydnusøgur millum mongu tølini. Tá kvinnur í dag verða screenaðar triðjahvørt ár, hevur tað nærum eydnast at útrudda lívmóðurhálskrabba, tí hann verður funnin í góðari tíð. ´
Í 1970 vóru 40 tilburðir millum 100.000 kvinnur. Nú fáa undir 5 av 100.000 sjúkuna.