Tað hendi nógv, tá ið tvey av oddaliðunum í týsku bundesliguni spældu um vikuskiftið. Schalke 04 hevði vitjan av Hamburger SV, og lívligi dysturin endaði við javnleiki 3-3. HSV kom á odda 2-0 áðrenn steðgin, men tíðliga í seinna hálvleiki minkaði Schalke um munin, og ein spælari hjá HSV varð vístur út. Schalke javnaði, men hóast ein mann minni skoraði HSV til 3-2. Í yvirtíðini eydnaðist tó Schalke at javna til 3-3.