Lívligt vinnulív er tekin um dynamikk

 Tað er tekin um eitt livandi og dynamiskt vinnulív, at fyritøkur í Klaksvík verða seldar, lagdar saman og byggja nýggjar bygningar, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa. Hann heldur, at gongdin í fleiri vinnugreinum er fram ímóti færri og størri eindum, sum koma at standa sterkari í kappingini við miðstaðarøkið

Vinnulívið í Klaksvík er lívligt í hesum døgum. Fyritøkur verða seldar og keyptar, stóru bakaríini verða løgd saman í eitt felag, fyritøkur byggja nýggjar og stórar bygningar, og plássið á stóra ídnaðarøkinum á Borðoyavík er uppi.
Harafturat eru aðrar stórar ætlanir meira og minni frammi  nýggjur stórhandil á Stongunum, nýggjur handilsdepil á Sandinum, og lokali peningarstovnurin ætlar sær út til onnur øki í landinum.
 Tað ringasta, sum kann henda í vinnulívinum, er, at einki hendir. Tí er tað eitt tekin um eitt livandi og dynamiskt vinnulív, at fyritøkur í Klaksvík verða seldar, lagdar saman og byggja nýggjar bygningar, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa.
 Eg minnist tíðina, tá ið tað vóru fýra ella fimm bakarí í Klaksvík, men tíðin er farin frá tí. Nú eru krøvini til framleiðsluna nógv størri, og tí er tað trupult at hava fleiri bakarí í einum øki við 6000 fólkum, sigur hann.

Færri matvøruhandlar
Tey tvey bakaríini í Klaksvík, sum nú gerast eitt, eru eitt tekin um tíðarandan og krøvini til fyritøkur nú á døgum. Gongdin er fram ímóti færri og størri eindum
 Tað var eitt gott trekk frá báðum bakaríunum, at annar valdi at selja og hin at keypa, tí eitt stórt og sterkt bakarí er nógv betur fyri í kappingini, enn tvey smærri bakarí høvdu verið, sigur Eyðfinn Reyðberg.
Tekin eru eisini um líkandi gongd, tá ið tað snýr seg um matvøruhandlar. Netto byggir nýggjan matvøruhandil, sum verður næstan líka stórur sum allir hinir matvøruhandlarnir í býnum tilsamans, og nýggju eigararnir av Klaksvíkar Timburhandli ætla somuleiðis at gera nýggjan stórhandil við millum annað matvørum á Stongunum.
 Vit sleppa ikki undan rákinum, at tað verða færri og størri handlar. Hetta er nakað, sum fólk ynskja, og tey fáa tað eisini. Í Klaksvík verður gongdin sum alla aðrastaðni, og eg rokni við, at um nøkur fáa ár verður helvtin av matvøruhandlunum, sum nú eru opnir, eftir í býnum, sigur Eyðfinn Reyðberg.

Ídnaðarøkið ein sólskinssøga
Tað hevur verið nógv bygging á ídnaðarøkinum á Borðoyavík seinastu árini. Nú er økið at kalla á tremur við bygningum, og tørvur er á nýggjum ídnarøki til fyritøkur, sum ætla at byggja.
 Ídnaðarøkið á Borðoyavík er ein sólskinssøga. Tað vísir, at tað ber til at vera frammanfyri sína tíð. Hóast ein kreppa kom upp ímillum, og økið lá tómt í nógv ár, so hevur tað skapt møguleikar fyri vøkstri í vinnulívinum í Klaksvík. Tá ið allir bygningarnir á økinum eru lidnar, eru eini 100 arbeiðspláss knýtt at økinum, sigur Eyðfinn Reyðberg.
 Hetta leggur eisini trýst á vinnupolitikkin hjá Klaksvíkar kommunu, tí nú er tørvur á nýggjum ídnaðarøki. Samstundis kann kommunan prísa seg lukkuligan fyri, at fyritøkurnar hava valt at seta seg niður hesumegin tunnilin og ikki hinumegin.
Stjórin í Norðoya Sparikassa heldur, at hóast tað verður ein ávís kapping millum fyritøkur í Norðoyggjum og Eysturoynni, tá ið Norðoyatunnilin letur upp, so verður tað við tíðini nógvi størri samstarv millum økini.
 Vit síggja longu nú, at eysturoyingar keypa seg inn í fyritøkur í Klaksvík, og klaksvíkingar keypa seg inn í fyritøkur í Eysturoynni. Hetta kemst av tunlinum, og vit fara at síggja nógv meira av slíkum samstarvi frameftir. Við tíðini koma fyritøkurnar í Eysturoynni og Norðoyggjum at standa saman í kappingini við miðstaðarøkið, heldur Eyðfinn Reyðberg.

Tunnilin krevur sítt
Gongur tað sum ætlað, letur Norðoyatunnilin upp um góðar sjey mánaðir, og tá verður ein fittur partur av Norðoyggjum bundin saman við meginøkið.
 Tað hevur verið tosað nógv um, at norðoyingar skulu fyrireika seg til undirsjóvartunnilin, men tað er í roynd og veru undirsjóvatunnilin, sum fyrireikar samfelagið til at verða meira kappingarført. Undirsjóvartunnilin krevur nógv av vinnulívinum, og vit síggja nú, at nógvar fyritøkur taka við nýggju avbjóðingini, sigur Eyðfinn Reyðberg.
 Tað er hent nógv seinastu mánaðirnar, og tað fer at henda nógv afturat í vinnulívinum í Norðoyggjum og Eysturoynni. Samstarvið fer at økjast munandi, og við tíðini verða Norðoyggjar og Eysturoyggin sum eitt øki, heldur Eyðfinn Reyðberg.