At Woody Wright er royndur countrysangari sást aftur, tá han nvar á pallinum sum tann fyrsti á Fjarðafestivalinum 2008. Meðan hann førdi fram var hann sera róligur, útattil sera nátúrligur og sá ikki út til at ovmøða seg á nakran sum helst hátt. Hann sá út til at hava fult tamarhald á støðuni, og hevði fjøldina í síni hollu hond.
Um Woody Wright kann sigast at hann er ein ektaður undirhaldari í besta amerikanska stíli. Men fyri at koma inn á tónleikin var tað eitt minus, at hann í byrjanuni sang playback. Men hetta var tó skjótt broytt, tá hann, sum ein ektaður countrysangari tók guitarin í hondina og fór at spæla undir.
Ímillum sangirnar prátaði hann nógv, og sambandið við jøldina var sera gott, kanska eitt tað besta eg havi sæð. Hann segði eisini sjálvur tíðliga undur framførsluni, at »we are going to make ourselves feel like at home«, og tað má sigast at tað gjørdi tað eisini.
Konsertin var sera góð við tað at hon, sum Woddy Wright so vant, hevði fleiri skiftandi hugløg. Nøkur løg fingu fólkini at klappa við í takt, onnur vóru meira innilig og uppaftur vóru onnur skemtilig. At hann so eisini fekk unnustu sína við á pallin, gav eyka krydd til eina longu frálíka samanseting.
Samanumtikið ein sera góð byrjan á ein spennandi Fjarðafestival við eini sera áhugaverdari skrá.










