Strálan fer at skipa stórum dansi á Strondum í annaðkvøld. Tað verður Hallur Joensen, sum saman við bólki fer at syngja og spæla. Hallur er júst komin við eini nýggjari fløgu sum er væl umtókt.
Men á Strondum verður eisini anna enn dansur í annaðkvøld.
Fyrst á kvøldinum verður borðhald við búffi og undirhaldi, sum fólk kunnu tekna seg til.
Kendi verturin í sendingini "Upp á tá", Elis Poulsen, kemur at spæla góðan norðurlendskan dansitónleik , tá orkestrið hjá Halli Joensen skal hava eitt andarhol.
Á Strondum síggja tey fram til eitt rættiliga hugnaligt og lívligt leygarkvøld.