Lívligir lomvigar á G!

Ein “Guillemot” er á föroyskum ein lomvigi. Og tað er ikki sört, at hesin stóri bjargafuglurin er íblástur hjá bretsku rokkarunum, ið vóru avdúkaðir á G! skránni í dag.

Brit Awards er virðislönarhátíðin, har framúr góð avrik innan bretskan tónleik verða heiðrað, í greinini besti live-bólkur var millum Robbie Williams, George Michael og Muse nýggi avant-garde rokk bólkurin Guillemots. Hóast Muse vunnu, standa Guillemots eftir sum ein hin besti livebólkurin í Evropa í dag.
Og í summar skulu tey á G!-pallin.
Guillemot nevna sjálvir fuglasang sum íblástur og sermerkta gorr lomvigans, ið væl hoyrist burturúr mongdini, er meinlíkt öðrvísi tónum Guillemots.
- Endamálið við tónleiki er at órógva fólk, sigur oddamaðurin Fyfe Dangerfield, sum eftir öllum at döma hevur órógvað flestu ummælarar, so teir rósa honum til skýggja.
Tónleikurin er eklektiskur og avant-garde, hóast hann hevur fastar rötur í poppmoldini. Hann lumpar við næstan naiva fyrsta inntrykkinum, men lurtar tú nærri, hoyrir tú óvanliga tónlistarliga djúpd.
Alsamt störri mannamúgvur tysja á tiltiknu konsertir teirra, sum nú eisini eru alment viðurkendar sum einastandandi, við tilnevningini á Brit Awards.