Lívlig nátt í Havn

Politiið í Havn hevði nógv at gera í alla nátt av ólátaðum fólki í býnum.

Eingi álvarslig harðskapsmál vóru, men í fleiri førum fóru fólk at berjast, pør vóru uppi og táttaðust, og fleiri brot vórðu framd á politiviðtøkurnar.

Tíðliga í morgun tveitti ein ungur maður ein franskan hotdog móti einum politibili, sum sá út hareftir. Hesin varð skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar.