Ákæruvaldið í Indonesia vil hava rættin at døma yvirgangsmannin Umar Patek lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava skipað fyri bumbuálopinum á oynni Bali í 2002, tá 202 fólk lótu lív.
Upprunaliga kravdi ákæruvaldið deyðarevsing, men nú er kravið broytt til lívlanga fongsulsrevsing, tí at tann ákærdi hevur samstarvað við myndugleikarnar undir kanningunum, samstundis sum hann hevur sagt, at hann iðrar seg um gerð sína.
Umar Patek varð tikin í pakistanska býnum Abbottabad í januar í fjør. Hann er ákærdur fyri at hava gjørt bumburnar, sum brustu á Bali tann 12. oktober í 2002. Løgreglan vil eisini vera við, at hann skipaði fyri einari bumbuspreinging í einari kirkju í indonesiska høvuðsstaðnum Jakarta jólaaftan í 2000.









