Lívið í París

(Les!) Hemingway greiðir frá tíðini, tá ið hann sum ungur rithøvundur skrivaði á kaffistovum í París og hitti spennandi fólk

í 1920’unum var Ernest Hemingway ein ungur og ókendur rithøvundi, sum royndi at fáa gerandisdagin at bera til í París, samstundis sum hann skrivaði.
Bókini A Moveable Feast greiðir Hemingway frá lívinum í livandi París í 20’unum. Um at fáa pengarnar at røkka, um ikki altíð at eiga nóg mikið til mat, um at hitta spennandi fólk, um kaffistovur og um lívið.
Endurminningarnar hjá Hemingway eru tiknar úr ymiskum handritum og notum og vóru savnaðar til eina lítla, fitta bók, sum er frálíkur lesnaður. Bókin varð útgivin nøkur ár, eftir at Hemingway varð deyður, men fekk sera góða móttøku.
Teksturin er í eyðkendum stíli hjá Hemingway, og hansara gløggu eygleiðingar og hugleiðingar eru gevandi at lesa. Tú fært eitt innlit í tíðina og umstøðurnar, hann livdi í, og tú sleppur eisini at hitta fólk sum James Joyce, Scott Fitzgerald, Ezra Pound, Gertrude Stein og onnur í hansara endurminningum.
Hetta eru notur og skitsur um eina næstan hundrað ár gamla tíð, sum tú kanst njóta í fríløtunum frá interneti, netflixi og facebooki.