Øl-viðmerking

   

Eg var sera fegin um tað vælskrivaðu greinina hjá Kim Simonsen »Grátið heldur um spilt øl enn spilta mjólk«, sum stóð í Dimmlætting ígjár. Tað var stuttligt at lesa hansara sera kompetentu viðmerkingar til nógvu ølsløgini, sum høvi var at royna á ølfestivalinum í Valby.
Vit kunnu bert taka undir við Kim og harmast um okkara avoldaðu rúsdrekkalóg, sum er ein bági hjá bryggjaríum, vinnulívi og ferðamannavinnuni. Farcan á fiskivinnustevnuni verður seint gloymd av fremmandamanninum. Sjálvandi eiga føroysku bryggjaríðini at hava loyvi at bryggja øl sterkari enn 5,8%, tað er meira smakkur í einum sterkum øli.
Til gleði fyri Kim Simonsen og allar ølelskandi føroyingar, sum hava eitt normalt forhold til henda sociala mentunnardrykk, skal eg siga frá, at á Vertshúsinum hjá Restorff sum letur upp í næstum, er ætlanin, umframt at hava egnar framleiðslur, eisini at innflyta fleiri útlendsk ølsløg, m. a. Pilsner Urqell, sum Restorff hevur samstarv við. Á Vertshúsinum fer at verða gjørt nógv fyri at stimbra áhugan og kunnleikan um øl. Tað hevur kanska eisini almenna áhuga, at ætlanin er at hava Vertshúsið roykfrítt!
Vit takka Kim fyri hansara positivu orð um okkara Mungát. Vit eru sjálvir errnir av Mungáti og Varginum sum eru liðir í okkara arbeiði fyri at menna føroysku ølmentanina. Eisini eru vit glaðir fyri, at Føroya Bjór luttók á Ølfestivalinum, hetta mennir útlendska áhugan fyri føroyska ølinum, sum er dygdargott og vælsmakkandi handverk, heldur enn útlendska industriølið sum Rúsan innflytir.