Lívið á lukkaðu deild eitt reint helviti

- Eg kendi, at eg datt niðurímillum. Ikki bara einaferð, men fleiri ferðir teir sjey dagarnar eg var á lukkaðu deild.

Brot úr samrøður í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð:

 

-Eg kendi, at eg datt niðurímillum. Ikki bara einaferð, men fleiri ferðir teir sjey dagarnar eg var á lukkaðu deild. Eg kendi meg vera frátikin míni grundleggjandi borgararættindi. Eg kendi meg vera fyri sálarligum yvirgangi og ikki minst kendi eg meg vera óynsktan av summum røktarstarvsfólkum– og læknum. Eg hevði, hóast alt, sjálvboðin latið meg innleggja fyri at søkja mær hjálp og hevði tí vónað annað enn tað eg upplivdi.

 

Orðini eigur 58 ára gamli Magnus Hansen, sum í fjør varð innlagdur á lukkaðu deild hjá Psykiatriska deplinum. 

 

 

Í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð er eitt stórt tema um fólk við sálarsjúku í Føroyum og teir avbjóðingar, sum eru á økinum í dag. 

 

Mánadagin er Altjóða Psykiatri dagur, sum millum annað Sinnisbati hátíðarheldur við ymiskum tiltøkum. Sosialurin er í handlunum kring landið.