2. juli 2005 broyttist lívið hjá Annie fullkomiliga, tá hon varð yvirkoyrd. Í dag, næstan tvey ár seinni, er hon ikki komini heilt fyri seg Vit høvdu eitt lív undan 2. juli 2005 ? og eitt annað aftaná.
Tað siga tey bæði Allan Samuelsen og Annie Joensen. Hóast vanlukkan ikki hevur givið Annie kroppsligan skaða, má hon enn dragast við órógvaða hypofysu, ið ávirkar stórar partar av kroppinum.
Tað merkir, at Annie enn í dag kennir fylgjurnar av ov lágum natriumtali, ið ávirkar sinnalagið, konsentratiónsevnini, minnið og fær hana at virka fjara og líkasæla.
Hendingin hevur sett síni spor á Annie, men tað hevur sanniliga eisini verið hart fyri forholdið millum tey trý vaksnu í familjuni, Allan Samuelsen, dóttrina Joan og Annie sjálva. Yngsta skotið á stammuni, Sólvá, var bert ára gomul, tá óhappið hendi.
Sjálv vanlukkan hendi fríggjakvøldið 2. juli 2005 stutt fyri kl. tvey um náttina, meðan Annie og tá 13 ára gamla dótturin vóru á veg heim eftir Klaksvíksvegnum. Komnar út móti fornminnissavninum, verður Annie knappliga ákoyrd aftanífrá, slongd upp á bilrútin, fyri síðani at detta niður á vegin, tá bilurin bremsaði.
Hon var fyrst flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús og stabiliserað har, men skjótt varð gjørt av at flyta hana á Landssjukrahúsið. Har lá hon í einar 14 dagar, áðrenn hon slapp heim.
Men lívið eftir vanlukkuna hevur ikki verið lætt, og tað gekk hálvt ár, áðrenn hon megnaði at fara til arbeiðis aftur. Nú eru tvey ár gingin, men Annie er framvegis ikki komin heilt fyri seg, og kann enn fáa niðurtúrar og kann knappliga spýggja ógvusliga uttan grund.
Lesið annars stóru greinina á internetsosialinum ella í blaðnum