Ummæli
Carl Jóhan Jensen
Um danska talu skrivaði ein franskur forherðingur (t.e. Rabelais), at soleiðis hevði franskt mál ljóðað, um Guð vildi, at frakkar skuldu tosa við reyvini.
Nú taki eg ikki hetta ófagra skoðsmálið fram (tað er úr skaldsøguni Pantagrull, IX kap.) fyri tann skyld, at eg havi pikk til danir ella danskt mál.
Hesin forherðingurin í fronskum sekstandu aldar bókmentum (sum sagt Rabelais) skeyt bara hissini upp í hugan, nú eitt kvøldi í vikuni, eg var á gamla Meiarínum og hugdi at leikinum Køksdrotningarnar eftir eysturríska høvundin Werner Schwab (ið ikki er sørt av einum forherðingi, hann við, ja, mest sum ein Nietzche í málsligum punkara-hami).
Og tað var ikki av ongum.
Køksdrotningarnar (sum ein nýstovnaður leikbólkur, Tvazz, framførir) er eitt forherðilsins barn. Eitt slag av óhalgisøgu. Eitt evangelium á ranguni og orðalagið sjáldan langt frá tí ótelgda speii, ið sermerkti fleiri seinmiðaldarligar høvundar (t.e. umframt Rabelais, eitt nú sjálvan Mortan Luther).
Málið hjá Werner Schwab er bæði ómilt og fúlt. Myndirnar vella so óaftraðar, grovar og skarnsligar gjøgnum tað, at hárini reisast á ógudiligastu hundsskinnum.
Tað er sum messar prestur gjøgnum reyvarholið.
Men misskiljið meg nú, fyri guds skyld, rætt, tygum.
Werner Schwab er ikki ein høvdundur, sum letur seg taka út á bláman av egnum málbrimi. Tvørturímóti. Hann valdar yvir orðum sínum, ikki øvut. Hann hugleiðir høgt, hóast hann málber seg lágt, heilt niður á kukk-slóðina á vesipappírinum.
Hjá Werner Schwab ræður um meir enn undirlív, tað skal eingin ivast í, um meira enn prumpglym og tjørugangssálm.
Her stendur um lívsins djevilska álvara.
Evnisfangið í verkinum er, í stuttum, lívið hjá trimum kvinnum Ernu, Gretu og Miu. Hesar tríggjar eysturrísku lágstættarfjalirnar eru samankomnar í køkinum hjá Ernu. Har sita tær og gera seg til drotningar við sjónvarpsgluggan, gánandi út yvir ein heim, sum pávi og forseti halda skil á teirra vegna.
Erna er á útskinninum ein trúkrympirumpa, sparin í øllum lívsins viðurskiftum, ein av hesum, sum kirkjan, sum valdsstovnur (og ikki av ongum) ber góðan tokka til. Greta hinvegin er ein leyslætisdidda við mislittari fortíð, men roynir at halda glansin (heldur avglansaðan) so væl og heilan um seg sum gjørligt. Mia í sínum lagi, at vísa seg, ein holdgerð av heilagum einfeldi og góðsemi.
Prátið, sum gongur við køksborðið (ella rættari sagt tilsvørini, sum tær tríggjar kvinnurnar partvíst verjast, partvíst høgga eftir hvørjari aðrar við) leggur tilveru teirra bera setning fyri setning. Og teirra lív er av sonnum niðurbundið, ísenn tvívent og syndarligt. Sum frá líður fær hetta prátið eina alsamt óveruligari vend og harðnar stigvíst (drivið av brennivíni) upp í eitt crescendo av heilaspuna.
Tað má enda við ólíkindum.
Nakað sum tá ið roynt verður at skola niður í eini tiptari vesikummu.
Eingin útloysn er møgulig, bara afturvend til tað sama upp í saman. Vøkudreymin, um tað sum kundi verið.
Uttan um flýtur alt í lorti.
Alt er tað øvuta av tí, tað átti at verið.
Sjálv lívsvirðini.
Kærleikin er svik. Vinskapur bert agg, ið støðugt vil lúra seg fram. Tað sum skal eita vitan og innlit teir beru fordómar. Halgiskapur einki uttan yvirlæti.
Og sjálvt Guð (t.e. um vit við Guði meina sálina, tann etiska eimin í okkum, sum verður skørað upp í honum kann fáast at loga og birta ljós um hinleikan uttan um, fyrst og fremst hinleikan í øðrum (t.e. í øðrum menniskjum)), ja sjálvt Guð tippir og samtykkist væl við eina hálvblinda søgu, ið umber djevilsskap í smáum sum stórum og gevur sær hann enntá sum fyritreyt.
Undir slíkum korum verður einsemin eitt skjól hjá menniskjum og tað at tey so illa tola hana atvoldin til allan óndskap.
Hetta er svart spei hjá Werner Schwab, kolsvart spei, men gevur tó eisini, so løgið tað ljóðar, tilevni til látur.
Ein frígerandi látur.
Sýningin
Uppsetingin av Køksdrotningunum er ikki góð, hon skarar framúr. Ið hvussu er í føroyskum samanhangi.
Í fyrsta lagi kemst hetta, eyðvitað, av at leikritið er hegniga tilevnað, miðvíst í bygnaði og við greiðum myndmáli. Her hava bæði leikstjóri og leikarar nakað at gera burturúr.
Í øðrum lagi hjálpir tað eisini, at vandað er betur um týðingina enn vant hevur verið í føroyskari leiklist tey seinnu árini (hóast tey serligu schwabisku máleyðkennini, sum nógv hevur verið gjørt burturúr, ikki síggjast aftur á føroyskum, men tey eru helst eisini torført at lofta í eini týðing).
Tað sum mest um ræður, skal væl vera (tí góð leikrit kunnu saktans ryggbrótast á palli), er kortini góð leiksstjórn, góð leikavrik og góð pallmyndagerð.
Um leikstjórnina er tað at siga, at sýningin er heilborin. Hon er javnvigað og agað, hevur tað røttu ferðina út ígjøgn. Eingi óneyðug slank. Ongar tilgeringar. Tað teymaloysið, sum evnið og stílurin hjá høvundinum kann freista til, tað framavlopið hevur leikstjórin evnað at skáka sær undan.
Og so er tað eisini forkunnugt hjá okkum her á klettunum at fáa, um ikki annað, so eitt fleyr av tí, sum rembist í evropeiskari samtíðarleiklist.
Tær tríggjar Annika Hoydal, Birita Mohr og Gunnvá Zachariassen standa seg frágera væl á pallinum. Skaplyndi í teimum kvinnunum, skiftini í hugferð teirra koma skilliga og hávaleyst fram. Serliga dámdi mær framførsluna hjá Anniku Hoydal í leiklutinum sum Greta. Aftur og aftur fekk hon hesa stakkaladrósina, sum bæði er svikin og sjálv hevur svikið, so djevilska týðuliga, at eg fekk kuldakrop um kroppin.
Samanumtikið haldi eg at henda fyrsta uppsetingin hjá leikbólkinum Tvazz er so góð. Hon evnir tey lyfti, sum leikbólkurin hevur givið á vevsíðu síni (tey 20 boðini) og evnir tey á so høgum støði, at verður hetta framhaldið boðar tað ónoktiliga frá góðum í føroyskari leiklist, sum satt at siga hevur verið í einum aldudali undanfarin ár.









