Sólfríð Fjallsbak, Sunnrid Petersen og Jonna Hansen, vegna foreldrabólkin í Miðvági
-----
Lívið er ikki ein sjálvfylgja, og tí eiga vit øll eftir førimuni at gera okkara til at verja hesa Guðs gávu. Ferðslutrygdin er sambært Landsverk blivin betur seinastu árini og tað er gott. Men tað merkir als ikki at vit eiga at steðga her.
Vit foreldur í Miðvági hava sæð vandan, so nú er tað vorðið okkara ábyrgd! og tí vilja vit gera okkara fyri, at bøtt verður um trygdina.
Tað er nú um at vera eitt ár síðan foreldrabókurin í Miðvági bleiv samlaður, hetta var eftir enn eitt ferðsluóhapp, hesaferð var tað ein smágenta, ið var yvirkoyrd á høvuðsvegnum. Málsetningurin hjá bólkinum er at arbeiða miðvíst fyri at bøta um trygdina á vegunum og at varpa ljós á ferðslutrygdina!
Vit settu okkum í samband við Miðvags Kommunu og Landsverk, sum í orði vóru sera jaligir fyri at bøtu um trygdina, tað ljóðaði sum einki var óført. Men nú eitt ár seinni kunnu vit bara ásanna at EINKI er hent! Eitt stutt skiftið setti Landsverk ferðgáar upp inni í bygdini, men tað vardi ikki ein vika so vóru teir burtur aftur.
Eg vil í stuttum lýsa ferðsluviðurskiftini eftir høvuðsvegnum.
Høvuðsvegurin er eitt strekkið sum er einar 2 km.
Av hesu báðum km eigur MK uml 700 m og LV restina. Eftir hesum strekkinum koyrdu smb LV í 2005 dagliga 2.673 bilar, og tað talið er óivað økt síðani.
Ábendingarnar um at Landsverk og Miðvágs Kommuna vilja ferðslutrygd, eru fáar.
Eitt fótgangarafelti! sum hevur skelti á báðum síðum og tilhoyrandi lyktapelar. Eitt við skeltum báðu megin vegin, men eingi ljós í nánd. Eisini eru ymsastaðni hvítar blettir á vegnum, sum einaferð hava verið ætlaðir til fótgangarafeltir og tvær staðni hesir blettir er eitt skelti øðru megin við. Eg veit ikki heilt hvat man skal siga um tað men man kann illa kategorisera tað sum fótgangarafeltir…
Umframt skelti við bussteðgipláss er eitt annað slag av skeltum. Tað er ”Parkering ikki loyvd” skeltini, hvør skal siga her skal eingin tarna ferðsluni, vit mugu sleppa at koyra so skjótt sum gjørligt.
Eftir skúlavegnum er loyvt at koyra 80 km/t.
Skal Miðvágs bygd mennast og skal trivnaður verða hjá øllum aldursbólkum, má tað bera til at koma óskaddur yvirum vegin, og tað má bera til at liva uttandur. Eitt tað óhugnaligasta við teimum ferðsluóhappunum sum henda, í øllum førum gjøgnum Miðvág er at bilarnir enda inni í garðum og inn móti húsaveggjum, og tí er tað sera ótrygt hjá fótgangarum yvirhøvur, og bert ein spurningur um tíð til onkur verður árendur í sínum egna túnið. Og tað kunnu vit ikki bíða eftir, vit hava sæð vandatekini og tí SKAL okkurt gerast við hetta. Hetta kemur at hava vera alt avgerandi fyri um Miðvágs bygd verður í fremstu røð, hvat menning viðvíkur. Eingin vil frívilliga offra sítt barn til ferðsluna!
Vit mugu tó ásanna at Kommunan og Landsverk kunnu ikki semjast um hvat er tað rættasta at gera fyri at tálma ferðsluni ígjøgnum Miðvági ella í øllum førum gera hana tryggari. Tað sigst at har tað er ein vilji, er ein vegur, so niðurstøðan hjá foreldra bólkinum í Miðvági er eftir hondini tann, at hjá báðum pørtum vantast vilji! Og tað er harmuligt, men tað ger bara at vit í foreldrabólkinum mugu arbeiða somikið meira! Vit gevast ikki fyrr enn vit eru nøgd við ferðslutrygdina!