Á lívi eftir eina viku undir húsatoftunum

Tvey fólk eru bjargað undan húsatoftunum í turkiska býnum Konya. Tey høvdu hvørki fingið vátt ella turt í seks samdøgur.

Fólk klappaðu av gleði, tá bjargingarmenninir bóru ta 23 ára gomlu Yasemin Yapraki undan húsatoftunum í Konya gjáramorgunin. Har hevði hon ligið, síðani íbúðarhúsini, sum hon búði í, rapaðu mánakvøldið í síðstu viku. Hon bleiv bjargað, tí bjargingarmenninir hoyrdu onkran rópa og biðja um vatn.

Yasemin Yapraki var stødd í íbúð síni saman við manninum og einari átjan mánaðar gamlari dóttur, tá húsini rapaðu. Í gjár fekk hon at vita, at bæði maðurin og dótturin vóru á lívi.

Sunnudagin var eisini gleði í Konya. Tá funnu bjargingarmenninir tann 16 ára gamla Muhammet Kalem undir húsatoftunum. Hann greiddi frá, at hann hevði hoyrt bjargingarmenninar fleiri ferðir, og at hann tí væntaði at verða bjargaður.