Á lívi eftir eina viku í kinesiskum námi

Bjargingarlið í Kina hava funnið minst 95 arbeiðsmenn, sum hava verið innistongdir í einum kolanámi í meiri enn eina viku. Allir eru á lívi, og 30 teirra eru fingnir upp úr náminum, sigur tað almenna kinesiska sjónvarpið.

Sagt verður, at bjargingarlið komu framn á teir innistongdu menninar í gjárkvøldið og í nátt, og sjónvarpið hevur í morgun víst myndir av teimum fyrstu, sum eru bjargaðir upp úr náminum.

Arbeiðsmenninir hava verið í náminum síðani tann 28. mars, tá ein stórur partur av náminum fyltist við vatni.