Lívfrøðingur:Almanna fyristingin spælir ikki við

Tað er nógvur góður føroyskur matur, sum fellur uttanfyri tað, ið KOKS og aðrar matstovur bjóða á matarskránni.

-Tað er nógvur góður føroyskur matur, sum fellur uttanfyri tað, ið KOKS og aðrar matstovur bjóða á matarskránni, tí tað annaðhvørt er forboðið ella ikki er burðardygt, sigur lívfrøðingurin Sjúrður Hammer, á bloggi sínum.

 

-Sera nógv potentielt náttúrutilfeingi finst í Føroyum, sum kundi verði útvunnið í avmarkaðan mun til matstovuvinnuna. Men av tí at vit ikki hava nøktandi vitan um stovnar, ella útbreiðslu av átuligum plantum og djórum so kann tann almenna fyrisitingin ikki verða viðspælari í matstovuvinnuni, og kann í ávísam førum bara verða mótspælari, leggur hann afturat.

 

Sum eitt dømi í innlegginum á blogginum nevnir Sjúrður Hammar serstøku lomvigareggini, sum forboð er fyri at heinta, tí stovnurin minkaði í1970unum.  Hann heldur at tað er minni burðadygt at loyva ótalmaðari svartfulgva veiðu um veturin, enn at ræna eggini.

 

Hann greiðir frá, at soleiðis sum lógin er, so kunnu tey sum søkja um loyvi at ræna nøkur lomvigaregg vænta sær noktandi svar.

 

-Um man ístaðin hevði neyva vitan um ymsu fuglastovnarnar í Føroyum, hevði hann kunnað behandlað ein fyrispurning í størri álvara, og tryggjað at veitan og ræningin ikki hevði negativt árin á stovnin. Talan hevði als ikki verið um stórdrift, men møguleikan hjá matstovuvinnuni at bjóða avmarkaðar nichu-vøru úr Føroyum, samstundins sum man heldur lív í gomlum síði og mentan í útjaðaranum, sigur hann.

 

Les meir á blogginum hjá Sjúrði her