Hósdagin 10. mai skipaði nevndin seg í nýstovnaða Lívfrøðingafelagnum. Endamálið hjá nýstovnaða felagnum er at menna almennu tilvitanina um lívfrøði og fakkunnleikan hjá lívfrøðingum, sigur Lívfrøðingafelagið í tíðindaskrivi.
Eisini vil felagið virka fyri, at vitan hjá lívfrøðingum verður tikin í brúk í allari samfelagsmenningini.
Lívfrøðingafelagið skipar regluliga fyri fyrilestrum fyri limunum og øðrum áhugaðum.
Í nevndini sita:
Jóhannis Danielsen, formaður
Jóhanna Olsen, næstforkvinna
Bjørg Mikkelsen, skrivari
Eydna í Homrum, kassameistari
Janus Hansen, nevndarlimur
Maria Gunnleivsdóttir Hansen, tiltakslimur
Dorete Bloch, tiltakslimur