Lívfrøðiligu umstøðurnar eru góðar

Semja er millum fiskifrøðingar um, at lívfrøðiligu umstøðurnar hjá okkara fiskastovnum ? tær, sum náttúran sjálv skapar ? eru góðar í løtuni, og einki bendir á, at tær fara at versna, soleiðis sum støðan er í løtuni

Fiskivinna

Alt bendir á, at lívfrøðiliga grundarlagið undir fiskastovnunum á føroyska landgrunninum hevur verið í lagi seinastu árini, og einki er, sum bendir á, at tað ikki eisini er í lagi í ár.
Síðan fyrst í nítiárunum hevur Fiskirannsóknarstovan gjørt gróðurkanningar, ið hava víst seg at vera eitt gott "barometur" fyri lívfrøðiliga grundarlagnum undir tí, sum livir í havinum.
Nøkur ár herfyri vístu kanningarnar, at gróðurin var lítil, og hetta sást skjótt aftur á fiskinum, sum gjørdist rak.
Seinastu árini hevur gróðurin verið miðal og heldur størri enn miðal, og hetta hevur eisini sæst aftur í fiskinum.
Sum skilst, fyriliggja ikki endaligu úrslitini av gróðurkanningunum enn í ár, men sambært fiskifrøðingum, sum standa hesum kanningum nær, bendir alt á, at vit fáa eitt ár við miðal góðum gróðuri ? ella kanska eitt sindur yvir miðal.
Kanningarnar, sum gjørdar vórðu á Føroyabanka fyri eini tíð síðan, vístu, at hóast fiskurin ikki er so nógvur og stórur, sum hann onkuntíð hevur verið, var fiskurin kortini feitur og í góðum standi.
Sostatt er semja millum fiskifrøðingar um, at lívfrøðiligu umstøðurnar hjá okkara fiskastovnum ? tær, sum náttúran sjálv skapar ? eru góðar í løtuni, og einki bendir á, at tær fara at versna, soleiðis sum støðan er.