Øl verður dýrari

Í ársroknskapinum fyri 2007 skrivar Carlsberg, at øl verður ein dýrari vøra í 2008, enn hon annars hevur veirð. Øktir kostnaðir fyri malt, humlu og frakt trýsta bryggjaríini kring allan heimin, og tí fer prísurin á lidnu vøruni eisini at hækka. Og danir merkja longu nú prísvøkstur á grønu fløskunum. Soleiðis er tilboðsprísurin á Carlsberg og Tuborg nú 105 kr. fyri kassan. Í fjør var hesin niðri á 70-75 kr. fyri kassan.