Løvenkrands til Birmingham

Danski Peter Løvenkrands skiftir Premier League út við The Championship.

 

Tað váttar Championship felagið Birmingham á heimasíðu síni.

 

Peter Løvenkrands hevur seinastu árini leikt við Premier League felagnum Newcastle, men varð leysgivin í summar. Hann hevur framman undan spælt við Schalke 04 og Glascow Rangers.

 

Hetta er samstundis fyrsta keypið hjá nýggja Birmingham venjaranum, Lee Clarke.

 

Gongur læknakanningin sum væntað, skrivar Peter Løvenkrands undir ein tvey-ára sáttmála í dag, skriva enskir og danskir miðlar.