Danski fótbóltsspælarin Peter Løvenkrands er kosin til at verða dovnasti spælarin í týsku bundesliguni. Tað er blaðið Sport Bild, sum hevur givið honum ivasama heiðurin. Sambært blaðnum er Løvenkrands við í 15 nærdystum í hvørjum dysti, meðan miðaltalið fyri hinar spælararnar er 35. Harafturat tapir Løvenkrands tveir av trimum nærdystum. Venjarin hjá Schalke O4, har Løvenkrands spælir, viðurkennir, at hann er ikki nøgdur við avrikini hjá Løvenkrands seinastu dystirnar.