- Hví svarar Gud ikki bønum mínum við tað sama? Hetta er ein av spurningunum, sum limirnir í samkomuni Lívdini í Hoyvík hava verið savnað um hesi seinastu týskvøldini.
Samkoman hevur nevniliga sett sær fyri at læra meiri um henda týdningarmikla partin av kristinlívinum. Tí eru tey farin undir serstøk bønarkvøld hesi týskvøldini og fram til summarfrítíðina.
Á hesum kvøldunum verður undirvíst í bøn og hvat bøn er.
Erligt tos um bøn
Undirvísarin, Jógvan Zachariasen sigur soleiðis um skeiðið:
- Mong stríðast við grundleggjandi spurningar um bøn, hvussu ein kann læra at biðja rætt og um vilja Guds.
- Vit ynskja við hesum bønarskúlanum at hjálpa hvørjum øðrum at tosa opið um okkara bønarlív, og erliga ásanna okkara hugburð til bøn.
Ætlanin er kortini ikki bert at undirvísa. Sum ein natúrligan part av hesum týskvøldsmøtunum er ætlanin somuleiðis at hava lovsang.
Her verður lært um, hvønn týdning tilbiðjan í sangi og tónleiki hevur í gerandisdegnum hjá einum trúgvandi.
Bønarskúlin í Lívdini byrjaði 16. januar og verður hildið á til komið er út í juli mánað. Ætlanin er at halda fram við hesum skúlanum í heyst, tá tey fara at tosa um bønarlívið hjá Jesusi.