Lívdin: Vilja fegin hjálpa fíggjarliga

Samkoman Lívdin er til reiðar at hjálpa trongstaddum familjum við støkum uppihaldarum, men fá venda sær til samkomuna.

 

- Vit hava møguleika at hjálpa fleiri familjum, enn vit gera í løtuni, men fá eru, sum biðja um hjálp, sigur Rúna Berghamer úr Lívdini.

 

Talið á familjum í fátækaváða blívur við at vaksa. Íbúðarneyðin gerst størri og størri. Á sosialu miðlunum er hópur av fólki, sum tosa um, hvussu lítla hjálp fátæk og einligir forsyrgjarar fáa í Føroyum.

 

Nøkur eru tó, sum royna at hjálpa. Nógvir hjálparfelagsskapir gera sítt, fleiri einstaklingar eisini. Onkrar samkomur hava eisini tænastur, har tey royna at stuðla teimum, sum eru komin illa fyri í lívinum. Sum dømi kann nevnast City Church, sum bjóðar fólki eina máltíð hvønn mikudag.

 

Í Lívdini eitur hendan tænastan Linni. Tað er Rúna Berghamar, sum stendur fyri tænastuni.

- Eg veit frá egnum royndum, hvussu hart tað kann vera at fáa endarnar at røkka saman sum einlig mamma, sigur hon.

 

Tað eru nógvar einligar mammur í Føroyum í dag, og Rúna Berghamar vildi ynskt, at fleiri teirra kundu fingið hjálp. Hon ivast ikki í, at familjuískoyti hevur hjálpt upp á støðuna, men enn eru mong, sum ikki hava nokk.

- Tá kunnu vit hjálpa. Barnabati hjálpir til føðingardagar og ítrótt, men Linni kann hjálpa í gerandisdegnum, sigur hon.

 

Rúna Berghamar sigur, at hóast Lívdin hevur havt hesa tænastuna í fýra ár, so eru tað fáar familjur, sum fáa hjálp. Tískil er tænastan í tí støðu, at har kemur meiri inn í stuðuli enn fer út í hjálp.

- Vit vilja tí fegin koma í samband við fleiri familjur við einligum forsyrgjarum, sum hava tørv á hjálp, sigur hon.

 

- Sum samkoma, so eiga vit at hjálpa, har vit kunnu. Bæði Gamla og Nýggja Testamenti biðja okkum minnast til tey fátæku og taka okkum av einkjum og faðirloysingum, sigur hon.

 

Linni veitir hjálp í upp til seks mánaðir í senn, og so verður tørvurin eftirmettur . Hugt verður  at inntøkum og føstum útreiðslum og støða verður síðani tikin út frá tøkupeninginum.

-  Á líknandi máta sum Barnabati og onnurbiðja vit um at fáa eina váttan frá TAKS upp á inntøkur og ognir. Síðani viðgera trý fólk í samkomuni umbønina og taka støðu til, um hjálp skal veitast.

 

Fyri at varðveita anonymitetin hjá teimum, sum søkja, er tað bara Rúna Berghamar, sum sær navnið á umsøkjaranum, og hon hevur tagnarskyldu. Samkomuleiðslan hevur onga atgongd til umsóknirnar.

 

Rúna Berghamar sigur, at tey hava onkuntíð roynt at sett seg í samband við fólk, sum tey hoyra um hava tað svárt ella síggja umtalað í bløðum og sjónvarpi.

- Vit hava eisini sett okkum í samband við aðrar felagsskapir, sum til dømis Barnabata, og spurt , um tey vita um nøkur, sum vit kunnu hjálpa. Framvegis hava vit tó rúm fyri at hjálpa fleiri. Eg veit ikki, kanska nógv okkara eru eitt sindur ov sein at biðja um hjálp, vit vilja prógva fyri okkum sjálvum og kanska øðrum eisini, at vit megna tað sjálvi, sigur hon.

 

- Um onkur stakur uppihaldari, sum lesur hetta, stríðist við at fáa endarnar at røkka saman ella veit um onnur, sum hava tað torført fíggjarliga, so kunnu tey seta seg í samband við meg, sigur Rúna Berghamar.