Lív við langa sandin

Langasandur: - Tað eru tey, sum ikki vita hvar Langasandur liggur. Men um man sigur, at tað liggur beint norðanfyri Nesvík, so vita fólk hvat eg tosi um, sigur 22 ára gamla Annika Hansen, sum er fødd og uppvaksin her. - Fyri meg merkir Langasandur alt. Hetta er eitt paradís. Her vil eg verða

Tað kann tykjast sum ein fullkomin mótsøgn, at fólk yvirhøvur vilja búseta seg á Langasandi.

Tann sum koyrir gjøgnum lítlu bygdina Langasand kann siga sum so, at hiðani kann einki gott koma: Her eru jú bara nøkur hálvgomul hús sum ein nærum ikki sær litin á, tá ein fer súsandi framvið.

Tann, sum hinvegin hyggur væl eftir, hann fær eyga á heilt onnur ting. Hann sær, at her eru fleiri sethús bygd tey seinastu árini. Og hann sær eisini, at í løtuni standa enn eini sethús í gerð.

Í flestu førum er talan um fólk, sum hava eitthvørt tilknýti til bygdina, fáar kilometrar norðanfyri brúnna um Streymin. Og einaferð í framtíðini verða tað helst Annika og familja hennara sum fara at byggja sær síni egnu hús á hesum staði.

- Eg kann so bara siga, at Langasandur er eitt sera gott stað at vaksa upp í og at búgva í, sigur Annika, sum dagliga arbeiðir í dagstovninum í Hósvík.



Paradís

Langasandur er niðursetubygd, eftir at Joen Joensen, bóndi á Bø í Haldórsvík, búsetti seg her so langt afturi sum í 1839.

Hóast Langasandur ikki telist millum tær stóru bygdirnar í landinum, so er tað kortini ein veruleiki, at bygdin er nógv vaksin í fólkatali seinastu 25 árini.

Ein partur av hesum økta fólkatalinum er Annika. Og spyrt tú hana, hvar hon ynskir at búgva í framtíðini, er svarið sera einfalt: Onga aðrastaðni enn her á Langasandi. Bygdin var paradís hennara sum barn, og er tað framvegis, nú hon sjálv er vorðin mamma.

Bygdin hevur fingið navn sítt av langa sandinum, og sandurin og fjøran vóru eitt ótrúligt, gerandisligt og spennandi spælipláss hjá bygdarbørnunum. Hon kann minnast aftur á mangar ógloymandi løtur, tá tey spældu bæði á landi og á sjógvi.

- Jú, vit høvdu tað øgiliga gott og stuttligt saman, sigur hon.


Við báti

Tað kann ljóða løgið, men satt er tað, at fyri 22 árum síðani vóru rættiliga nógv børn á Langasandi.

Annika var tí heppin í so máta. Hon kom at vaksa upp saman við tveimum dreingjum sum vóru javngamlir við seg. Við tveimum gentum sum vóru eitt ár eldri enn hon; og við einari gentu sum var eitt ár yngri enn hon.

Og jú, tey vit dugdu at finna uppá mangt og hvat barnaspælið her á Langasandi. Slík spøl sum ein kennir aðrastaðni frá - t.d. hoppa band og krógva&blunda - og onnur, sum als ikki eru eins vanlig aðrastaðni.

- Vit dámdu sera væl at fara út við bátinum, sigur Annika við einum brosi.

Líkt var til, at foreldrini einki høvdu ímóti hesum, hóast tað altíð er ein ávísur vandi, tá ein bátur við børnum leggur frá landi.

- Jú, tey lovaðu okkum hetta. Men eg má heilt erliga siga, at eg hevði so aldrin lovað mínari dóttur tað sama, slær Annika rimmarfast.


Fløga

Á Langasandi er ein gamal bygdarskúli, sum varð niðurlagdur langt áðrenn Annika nakrantíð fór í skúla.

Fyrstu skúlaárini gekk hon tí, saman við bygdabørnum sínum í skúlanum í grannabygdini fyri norðan, Haldórsvík, og fór síðani í Felagsskúlan á Oyrarbakka.

Eftir at henda skúlagongdin var liðug, arbeiddi hon eitt skifti á Skeljavirkinum á Oyri. Um hetta mundið kom unnustin, Kristleif Zachariasen, tónleikari úr Kollafirði inn í myndina.

Hann var júst um hetta mundið í ferð við at gera eina fløgu lidna, og flutt tey tí saman til Danmarkar eitt stutt bil í hesum sambandi.

- Tá vit komu heimaftur, búðu vit hjá foreldrum mínum her í eina tíð, áðrenn vit leigaðu okkum eini hús her á Langasandi. Og her búgva vit enn, greiðir Annika frá.

Hon dylur kortini ikki fyri, at hon fegin vil verða búgvandi í heimbygdini. Og tað fer helst at verða so, sum Annika ynskir:

- Kristleif átti eitt grundøki her, áðrenn vit komu saman. Og her fara vit at byggja, einaferð í framtíðini.


Forering á hurðini

Ein og hvør vil sjálvandi halda, at hansara heimbygd er tann besta í heimi. Og tað heldur Annika eisini, hóast Langasandur hvørki hevur arbeiðspláss, handil, skúla ella aðrir fasilitetir, sum fólk krevja í dag.

Hóast hesi viðurskifti, er hon ikki í iva um, at Langasandur er besta stað á jørð:

- Her er hugnaligt og sera gott at búgva, tí øll kenna hvønn annan og vinalagið er gott.

- Ja, tú kanst koma til hús, og so hevur grannakonan bara hongt ein posa við nýbakaðum bollum á hurðalásið. Og so geri eg tað sama við hana eina aðru ferð.



44

Eftir at fyrstu niðursetufólkini búsettust her fyri góðum 170 árum síðani, hevur fólkatalið verið skiftandi.

Í 1985 búðu soleiðis 33 fólk her, menn í 2000 vóru tey einans 28 í tali. Í mars mánaði í ár var talið komið heilt uppá 44. Bara í ár eru tvey fólk flutt til bygdina.

Hetta er tað mesta seinastu 25 árini. Og líkt er til at fólkatalið kann vaksa enn meiri, tá fólk fer at flyta inn tey húsini sum eru í gerð og sum fara at verða bygd í framtíðini.