LÍV tryggjar lív í Klaksvíkar kommunu

Allir peningastovnarnir, sum kommunan søkti um lán, sýttu fyri at læna Klaksvíkar kommunu neyðugan pening, men nú hevur LÍV tryggjað, at kommunan kann røkja sínar fíggjarligu skyldur

Klaksvík

 

Í gjár undirskrivaðu Tummas Eliasen, stjóri í LÍV og Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, eina avtalu, har LÍV veitir kommununi eitt lán á 20 miljónir krónur.

Afturgjaldingin fer fram yvir 15 ár, har tey fyrstu trý árini eru avdráttarfrí.

Avtalan merkir, at Klaksvíkar kommuna kann svara sínar fíggjarligu skyldur og rinda ógoldnar rokningar og rokningar, sum skulu gjaldast í nærmastu framtíð. Harumframt hevur kommunan nú nakað av eykapeningi at standa ímóti við.

Hetta er greitt, nú lániavtalan millum Klaksvíkar kommunu og LÍV endaliga er komin upp á plass.

 

Trekir bankar

Tað er rúm tíð, síðan fíggjarnevndin hjá Klaksvíkar kommunu samtykti at heimila einari lántøku á 20 miljónir krónur, men sum flestum kunnugt hevur gingið striltið at fingið hesa fígging til vega frá peningastovnunum, sum allir sýttu fyri at læna kommununi hesar miljónirnar.

Nú eru so viðurskiftini hjá Klaksvíkar kommunu komin upp á pláss við lániavtaluni – og við hesi loysn kann næststørsta kommunan í landinum nú aftur røkja allar sínar fíggjarligu skyldur.

- Lánið hjálpir okkum úr neyðini og tryggjar kommununi eitt neyðugt andarhol, sigur borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen.