Tí íløgan gav gott avkast fyri lívstryggingarfelagið.
Tórshavnar kommuna samtykti hóskvøldið at keypa tvey grundstykki við Løgmannabreyt at nýta til parkeringspláss í gøtuni, sum hevur nógv fleiri íbúðir, enn upprunaliga ætlað.
Tað snýr seg um tvey grundstykki á Karlamagnusarbreyt 10 og 12, sum Tórshavnar kommuna hóskvøldið fekk heimild at keypa.
Prísurin fyri grundstykkini er tilsamans 4,6 milliónir krónur.
Sambært Tórshavnar kommunu, so keypti Lív grundstykkini frá privatum eigara.
– Við hesi íløguni fer kommunan at loysa stóra parkeringstrupulleikan á Karlamagnusarbreyt, skrivar Tórshavnar kommuna.
##med2##
Tað er eitt dóttirfelag hjá Lív, P/F Lutaíbúðarvirkið, sum átti stykkini. Tey vórðu keypt 17. oktober í 2017 fyri tilsammans 3.397.595 krónur. Við hesum handli tjenti Lív 1.202.405 krónur.
Íløgan gav soleiðis eitt avkast upp á góð 35 prosent.
Sambært Tórshavnar kommunu er tørvurin á parkeringsplássum í niðaru helvt av Karlamagnusarbreyt í Hoyvík 180 parkeringspláss, sum verður nøktaður við hesum keypi, sum eisini krevur eina íløgu í økið, so tað kann brúkast til parkeringspláss.