undirhald
Tað var ein sonn uppliving hjá áskoðarunum at síggja svimjikappingarnar á Oyggjaleikunum á Man. Eitt var, at sjálv avrikini í svimjingini í fleiri førum vóru sera góð, men tað besta í kappingini mundi ivaleyst vera stemningurin, sum valdaði inni í høllini, teir dagarnar, sum kappingin stóð á skránni.
Dansur og tónleikur
Allar fýra dagarnir, sum svomið var, var tónleikur at hoyra, og talan var alla tíðina um tónleik, sum fólk kendu. Mambo nr. 5, gomul Queen- og Abba løg, tónleikur úr Grease. Ja, snøgt sagt ein rúgva av góðum hittum, veruliga fingu lív í áskoðarafjøldina, og ikki minst svimjararnar og tey, sum vóru við á beinkinum hjá ymsu londunum.
Tað vildi soleiðis til, at føroyska liðið alla tiðina helt til við síðuna av dómaraborðinum, og ofta vistu hesir ikki, um teir skuldu flenna ella skelda, tá føroyingarnir við dansi og trummum gjørdu sítt til at skapa eitt sindur av lívi í høllini.
Tíbetur valdu dómararnir í flestum førum at smíla, men tá seinasti dagurin var um at vera liðugur, høvdu tey allar helst fingið nokk, og í øllum førum vóru tey samd um, at nú skuldu føroyingarnir ikki longur sleppa at dansa einsamøll.
Meðan »Uptown girl« hjá Billy Joel rungaði úr hátalarunum, dansaðu nakrar av føroysku gentunum sum vant. Hesa ferð við aftur og aftur at fremja tvey dansistev, samstundis sum klappað varð, og brádliga legðist afturat føroyska bólkinum.
Ein fyri og annar eftir komu dómararnir yvir til føroyingarnar, og meðan langa røðin av dansarum soleiðis hugnaðu sær, skalv øll høllin í ovfarakætinum hjá áskoðarunum.
Jú, hóast talan ikki gjørdist um øll tey ætlaðu heiðursmerkini til føroysku svimjararnar, so er einki at ivast í, at føroyska legan hugnaði sær óført teir fýra dagarnar í svimjihøllini.










