Lív í Smiðjuni

Fríggjadagin 21. mai kl. 16 letur framsýningin “Hugaligt fuglalív” hjá Lív Dam upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Alt sum er á framsýningini er hondgjørt. Fuglabjørg og drangar eru rekaviður, sum er tilevnaður við rókum og holum og eru síðan málaðir. Har eru t.d. svøvnskarvar, fransaternur, kuldakrákur, sangfuglar, hønumammur, flytifuglar, drangar og fuglabjørg. Fuglarnir eru tilevnaðir úr keramiskum leiri. Teir allarminstu fuglarnir eru gjørdir úr Fimo-leiri.


Fríggjadagin er framsýningin opin til kl. 19, leygardagin er opið frá kl. 10-19, sunnudagin og mánadagin er opið frá kl. 14-19. Ólavur Jakobsen spælir guitar undir ferniseringini.