Lív sleipaði smábát heim

Báturin var staddur út fyri Borðoyarnes

 

Seinnapartin í dag vóru boð eftir bjargingarbátinum Rescue Lív, ið hevur heimstað í høvuðsstaðnum, tí ein bátur var steðgaður upp út fyri Borðoyarnes. Tað upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.

Tað var stutt áðrenn klokkan trý í dag, at MRCC-støðin fekk fráboðan um, at ein bátur var uppsteðgaður 5 fjórðingar suður av Borðoyarnesi.

Neyðugt var við hjálp at fáa bátin aftur í havn, so boð blivu send eftir manningini umborð á bjargingarbátinum Rescue Lív, ið fóru út eftir bátinum.

Tað gekk væl at sleipa bátin heim, tí longu klokkan hálvgum seks vóru smábáturin og bjargingarbáturin aftur í havn, upplýsir vakthavandi.