Lív sleipaði bát til Havnar

Boð vóru í gjár eftir bjargingarbátinum Rescue Lív, tá ein smábátur fekk trupulleikan sunnanfyri Glyvursnes.


Av MRCC-støðini verður upplýst, at tey fingu fráboðanina um uppsteðgaða bátin klokkan 14.11 í gjár.


- Hann var staddur beint sunnanfyri Glyvursnes, tá hann fekk maskintrupulleikar og steðgaði upp. So vit heittu síðan á Rescue Lív um at fara bátinum til hjálpar, verður upplýst av MRCC-støðini.


Manningin umborð á bjargingarbátinum avgjørdi at sleipa smábátin til Havnar og klokkan 15.25 vóru báðir bátarnir aftur í Havnini.