Í Nólsoy gongur ovastevna upp á tað besta, og bæði heima í hugnaligu stovunum og úti í smølu og hugnaligu bygdargøtunum er lagið av tí besta. Tað hevur verið nakað av sirmi, men í løtuni er veðrið gott, og lítið og einki lot.
Fyrr í kvøld tók Portalurin hesa frálíku myndina í bygdini, har leikmenninir, Árni og Marner, sungu úr sínum umtókta úrvali sangin Craing in the rain fyri Margareth í Stórustovu og øðrum, sum vóru til steðar hesa løtu. Guitarin var ikki við, men eingin trupulleiki var hjá brøðrunum og tvíburunum báðum at syngja og undirhalda hesa løtu í bygdargøtunum í Nólsoy.
Á midnátt í kvøld verður dansur á flakavirkinum, har Frændur fara at spæla, og í Nólsoy bendir alt á, at hetta verður stórdansur við nógvum og góðum fólki.
Eitt vanligt dansikvøld á ovastevnu, plaga eini 500-700 fólk at fara í dans. Í Nólsoy í kvøld eru allar fyritreytir fyri einum góðum og hugnaligum kvøldi.