– Vit mugu tryggja, at lív og heilsa hjá fólki ikki verður sett í vanda í einum verkfalli.
Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Í verkfallinum hjá pedagogunum vóru Almannaverkið og Pedagogfelagið ikki samd um, hvussu nógv undantøk skuldu gerast frá verkfallinum fyri at tryggja at lív og heilsa hjá búfólki á stovnum undir Almannaverkinum, ikki varð sett í vanda. Tí heldur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, at vit eiga at fáa eina serliga nevnd, sum skal fáa heimild til at gera av, hvussu nógv undantøk skulu gerast í einum verkfalli.
Hetta vil Eyðgunn Samuelsen ikki taka støðu til, men hon sigur, at nú verkfallið er av, og tað aftur eru friðartíðir, eigur verkfallið at verða eftirmett, og tað fara tey eisini at gera. Úrslitið av eftirmetingini má so takast upp til viðgerar í sátt og semju við partarnar á arbeiðsmarknaðinum og endamálið við tí skal vera at tryggja rættindini hjá teimum, sum hava serligan tørv, uttan at gera seg inn á verkfalsrættin.
Eitt nú vísir hon á at felagið hjá teimum, sum bera brek í Føroyum, MBF, hevur gjørt vart við, at breksáttmálin varð ikki hildin í verkfallinum, tí búfólk á stovnum undir almannaverkinum, vórðu útihýst frá sínum egna heimi og børn, sum hava brúk fyri serligum stuðuli í skúlanum, sluppu ikki í skúla. Tað er at gera mannamun á fólki og eftir breksáttmálanum skal mismunur ikki gerast á fólki, sum hava serligan tørv, og øllum øðrum.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at tað er ein avtala ímillum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið um, hvussu farast skal fram í slíkum førum, men verkfallið hesa ferð vísir, at tað er neyðugt at taka málið upp aftur.
Og hon leggur dent á, at tey hava tvey atlit at taka í hesum sambandi. Annað atlitið er at virða rættin hjá fakfeløgunum at fara í verkfall. Hitt atlitið er at vit hava ein altjóða breksáttmála, sum skal haldast. Og eftir honum skal mismunur ikki gerast á fólki sum bera brek, og øðrum.
Tí er tað ikki nøktandi, at fólk, sum búgva á bústovnum, ikki sleppa at vera heima í einum verkfalli og tað er heldur ikki nøktandi at børn við serligum tørvi ikki sleppa í skúla, tá ið øll hini eru í skúla. Landsstýriskvinnan sigur, at kynstrið verður at finna eina skipan, har altjóða breksáttmálin verður hildin, samstundis sum at verkfalsrætturin hjá fakfeløgunum eisini verður virdur.
Akkurát hvussu ein slík skipan kann verða, dugir hon ikki at siga. Men hon sigur, at tað letur seg gera í okkara grannalondum, so tað eigur eisini at lata seg gera her hjá okkum.










