Lív Næs í TUTL

Hvønn fríggjadag eru ókeypis konsertir í TUTLhandlinum á Káta Horninum kl.

16.30. Hesa vikuna er tað evnaríka Lív Næs, ið er ættað úr Fuglafiri sum

syngur og spælir. 21 ára gamla Lív bleiv rættuliga kend, tá hon saman við Niels Midjord sang og tulkaði Prøjsen á fløguni ?Tú skalt eiga morgundagin?.

 

Fyri tíðina spælir Lív millum annað saman við unnusa sínum Tróndi Enni, og eru tey í

løtuni aktuell við lagnum ?Sveimandi?, sum er eykalag á 15 teimum bestu.