Lív Næs í Mentanarhúsinum

Hóskvøldið bjóðar Lív Næs til útgávukonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

Tann 1. desember 2012 gav Lív Næs út fløguna “Keldufar” við yrkingum hjá abba sínum, Johannes Andreas Næs, sum ungur nýtti dulnevnið “Flóvin Flekk.”

 

Yrkingarnar eru úr yrkingasavninum “Keldufar”, og eru úr ymsum tíðarskeiðum. Tær eru merktar av bæði einum ungum og ábyrgdarfullum sinni, heimlongsli til Suðuroynna, kærleika og virðing fyri sínum kæru. Sjálvur sigur yrkjarin, at yrkingarnar eru nøkur minni, nakrar hugsanir og hugleiðingar frá tí hann var 14 ár, til hann var 29 ár. Yrkingasavnið “Keldufar” var givið út í 1946 og nú vit siga 2013 eru yrkingar hansara aftur givnar út - tónleikaliga. Ein fløga við yrkingum sum Lív Næs og eitt nú Tróndur Enni hava sett løg til.

 

Manning telur Kim Hansen á harmoniku og tangentum, Eyðun Nolsøe á kassa gittara, Leiv Thomsen á el gittara, Rógva á Rógvu á trummum, Trónd Enn á bass og Niels Midjord, Jenny Jónsdóttir Kragesteen, Maibritt H. Johansen og Annu Mariu Wraae í kór.

 

Tiltakið byrjar hóskvøldið klokkan 20.00.

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.