Føroya Lívstrygging hevur nógvan pening um hendi, og stórur partur av hesum peningi verður settur í umferð, til tess at fáa mest møguligan vinning burturúr. Tilsamans umsitur Føroya Lívstrygging umleið 2,4 milliardir krónur, harav millum 500 og 600 milliónir eru sett í partabrøv.
- Hesar íløgurnar í partabrøv hava givið stórt avkast seinastu árini, og sæð í ljósinum á tí sær ikki illa út. Men nú í seinastuni eru tey fallin útvið 30 prosentum, og hetta merkir at Føroya Lívstrygging hevur mist út móti 150 milliónir krónur uppá partabrøv seinastu tíðina, staðfestir Tummas Eliasen, stjóri í Føroya Lívstrygging.
Fyri hetta árið, í mun til undanfarin ár, sær minni gott út fíggjarliga hjá Føroya Lívstrygging. Samlaða avkastið fyri felagið er minus seks prosent. At avkastið bert er minus seks prosent, tá partabrøvini geva minus 30 prosent, kemst av at partabrøv bert eru umleið fjórðingurin av íløgunum hjá felagnum, meðan íløgur í lánsbrøv eru tríggir fjórðingar, umleið 1,6 milliard.
- Lánsbrøvini hava givið nakað av avkasti. Vit hava fingið kursvinning av teimum av tí at rentan er hækkað, og hetta vigar upp móti tapinum av partabrøvum, sigur Tummas Eliasen, stjóri í Føroya Lívstrygging.
Tap um allan marknaðin
Ovurstóra tapið av partabrøvum er orsakað av fíggjarkreppuni, sum herjar um allan Heimin í hesum døgum. Stór virðisminking hevur verið á mestsum øllum partabrøvum í øllum pørtum av marknaðinum.
- Stórsta tapið hevur nokk verið í partabrøvum í fíggjarstovnum, sum eru minkaði serliga nógv. Eisini stórir fíggjarstovnar, sum ein ikki væntaði fóru at verða raktir av fíggjarkreppuni, eru falnir nógv í virði, sigur Tummas Eliasen.
Sum nú er hevur Føroya Lívstrygging tó ikki fullkomiliga mist nakrar pengar. Partabrøvini eru minkaði nógv í virði, men ongar íløgur eru gjørdar í feløg, ið eru farin á húsagang, og tí eru pengarnir ikki farnir fyri skeyti. Virðisbrøvini eru minkaði nógv í virði, men av tí at feløgini ikki eru farin á húsagang, kunnu partabrøvini aftur fara at geva avkast tá støðufesti aftur kemur á fíggjarmarknaðin og virðisbrøvini fara at vaksa í virði aftur.
Føroya Lívstrygging hevur eisini mist nakað av peningi upp á felagið hjá Bjarta Mohr, sum eigur Topaz, og sum eisini var frammi fyri kortum, men enn er einki felag farið á húsagang.
Føroya Lívstrygging hevur heldur ikki gjørt nakra íløgu í Íslandi, har útlitini eru alt annað enn góð fyri tíðina, og har óstøðug viðurskifti enn valda, og tískil eru heldir eingir pengar farnir fyri skeyti har.