Lív í Múla

Fólk hevur ikki búð í Múla seinastu trý árini, men í hoyggingartíðini er lív í bygdini

Múli: Fyri einari viku síðani fór fólk undir at hoyggja í Múla.

Hóast eingin hevur búð fast í Múla seinastu trý árini, gongur seyður framvegis har, og hann skal hava hoyggj. Tí eru fólk í løtuni í holt við at fáa hoyggið til høldar - bæði turt og súrhoyggj.

Størsta partin av árinum er steyndeytt í bygdini, men millum annað tá slaktið og hoyggingini eru fyri koma fólk í bygdina. Um summarið kemur eisini fitt av ferðafólkið í bygdina at hyggja seg um.


Vánaligur gróður

Um veturin stendur seyður inni, og tá kemur onkur í bygdina av geva seyðinum í hvussu so er annanhvønn dag.

Fýra hús eru í Múla, og hiti er í tveimum av húsunum. Tað kemur fyri, at onkur yvirnáttar í hesum húsunum, men tað er sjáldan.

Eisini í Múla lata tey illa at, tá tosað verður um gróðurin. Tey halda, at tað er bara helvtin av tí grasi, sum tað plagar at vera, men neyðugt er at hoyggja meðan terri er, og fólk eru tøk.