LÍV liggur framvið

Føroya Lívstrygging fylgir neyvt tunnilsmálinum. Sum einsamællur eigari av P/F Skálafjarðartunnilin situr LÍV inni við jarðfrøðiligum data um tunnilin og linjuføring, felagið er væl kunnað um fíggjarligu konstruktiónina, og við Inga Højgaard í stjórasessinum í P/F Faroese Infrastructure hevur Føroya Lívstrygging ein mann við borðið, um privata verkætlanin gerst veruleiki.

- Sum útgangsstøði er Skálafjarðartunniln ein áhugaverd íløga fyri okkum. Tað siga Finn Danberg og Jan Jacobsen, ávíkavist nevndarformaður og stjóri í Føroya Lívstrygging, sum fylgja væl við gongdini við Skálafjarðartunnlinum.
Ikki so løgið, tá LÍV eigur fleiri innfalsvinklar í størstu íløgu í infrakervið.
Fyri sjey árum síðani var Føroya Lívstrygging við til at stovna P/F Skálafjarðartunnilin saman við Kaupthing Banka. LÍV hevur um dagarnar keypt helvtina av partabrøvunum frá Eik Banka fyri eina loyniliga upphædd, og eigur nú einsamælt P/F Skálafjarðartunnilin.
- Hetta er gjørt fyri at maximera virðið á okkaa íløgu, ljóðar heldur tekniska svarið frá Jan Jacobsen.
Sambært stjóranum liggur P/F Skálafjarðartunnilin inni við data, sum kunnu gerast sera áhugaverd í somu løtu arbeiðið við Skálafjarðartunnlinum fer ígongd.
- Talan er um seismisk data um jarðfrøðina í økinum, har tunnilin skal borast. Data, ið minimera váðan við at gera tunnilin, sigur Jan Jacobsen.
Spurdur, um P/F Skálafjarðartunnilin við sínum kanningum hevur funnið ta bestu linjuføringina, sigur Jan Jacobsen:
- Tey geva eina góða hylling.
Hvørji data mangla?
- Talan er um smærri kanningar, ið skulu gerast afturat. Mest preciseringar av verandi data, sigur Jan Jacobsen.
Um orsøkina at keypa helvtina hjá Eik Banka í P/F Skálafjarðartunnilin, siga nevndarformaðurin og stjórin í LÍV sum við ein munn, at tað er fyri at tryggja íløguna.
Við at selja felagið ella við at fara aktivt inn í tunnilsprojektið?
- Tað primera fyri okkum er, at fáa okkurt burturúr, svarar Jan Jacobsen stutt.
Stjórin leggur tó afturat, at LÍV ongantíð verður ein primus motor í Skálafjarðartunnlinum. Til tað er verkætlanin ov stór.

Áhugaverd íløga
Afturi í 2006 var LÍV aktivt inni í tunnilsprojektinum, saman við Kaupthing Banka, ið seinni bleiv yvirtikin av Eik Banka. Partapeningurin var upprunaliga seks milliónir krónur, men er í nøkrum umførum hækkaður upp í 11,8 milliónir krónur. Sum longu nevnt vil LÍV ikki upplýsa, hvat felagið hevur goldið fyri partabrøvini frá Eik Banka.
Sosialurin veit, at stjórin fyri LÍV um dagarnar hevur verið á fundi við umboð fyri Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) og Innlendismálaráðið.
- Hatta havi eg onga viðmerking til, sigur Jan Jacobsen.
Heldur ikki nevndarformaðurin, Finn Danberg, hevur nakra viðmerking til fundarvirksemi millum LÍV og CIP.
Báðir greiða teir tó frá, at sum útgangsstøði er ætlanin við Skálafjarðartunnlinum framvegis ein áhugaverd íløga fyri LÍV.
Finn Danberg vísir í sama viðfangi á reglurnar um váðaspjaðing, ið Føroya Lívstrygging arbeiðir eftir.
- Yvirskipað kanst tú siga, at vit placera ongantíð meira enn eitt lítið, eitt siffrað prosenttal av samlaðu aktivunum hjá okkum sama stað, sigur Finn Danberg.
Samlaðu aktivini hjá Føroya Lívstrygging liggja um fýra milliardir krónur.

Nevndarformaðurin
Ingi Højgaard hevur verið nevndarformaður í P/F Skálafjarðartunnilin síðan felagið var stovnað í 2006. Nú hevur advokaturin eisini sett seg í stjórasessin í nýggja tunnilsfelagnum, Faroese Infrastructure, sum Copenhagen Infrastructure hevur stovnað við 500.000 krónum í partapeningi.
Hvørki stjóri ella nevndarformaður í P/F Føroya Lívstrygging vilja gera viðmerkingar til, hví Ingi Højgaard nú eisini er stjóri í Copenhagen Infrastructure.
Sama ger seg galdandi fyri høvuðspersónin sjálvan. Ingi Højgaard vil ikki so frætt sum gera viðmerkingar til, hvør hansara leiklutur er sum stjóri fyri Faroese Infrastructure. Ikki fyrr enn vit lesa upp viðtøkurnar fyri felagið, sigur stjórin knappur, at hann sjálvandi arbeiðir fyri áhugamálini hjá felagnum.
Sambært viðtøkunum er endamálið við Faroese Infrastructure at ”gera, fíggja, viðlíkahalda og reka tunnilsarbeiði undir Skálafjørð og Tangafjørð í Føroyum og annað virksemi í hesum sambandi.”
Hóast viðmerkingarnar eru millum lítlar og ongar, so stendur eftir, at sami maður situr í lyklapositión – bæði í P/F Skálafjarðartunnilin og P/F Faroese Infrastructure.