Frá 1. januar verður rentan hjá LÍV lækkað samstundis sum gjaldið í sambandi við flytingar fyribils hækkar Í skrivi boðar LÍV frá, at orsakað av alheims fíggjarkreppuni eru partabrøv fallin munandi, og hetta førid við sær, at LÍV fær eitt negativt íløguavkast í 2008.
Flestu tryggingarfeløg hava lækkað rentuna, og tí hevur LÍV eisini gjørt av at lækka sína rentu niður í 2,5% frá 1. januar 2009.
LÍV hevur tvær tryggingarmongdir, eina við tryggingum teknaðar eftir ár 2000 við grundrentu á 2,5%, og eina við tryggingum, teknaðum undan ár 2000. Hesar hava eina grundrentu á 4,5% og landskassaveðhald, og hesar hava framhaldandi somu rentu.
Ein onnur avleiðing av fíggjarkreppuni er, at LÍV fyribils hækkar avgjaldið fyri kundar, ið ynskja at afturkeypa sína trygging í úrtíð, ella flyta í annað felag. Hetta verður gjørt fyri at kundar hjá LÍV ikki skulu gjalda fyri kundar, sum velja at flyta. Gjaldið verður ásett til 5% av uppsparda virðinum á tryggingini.
Fyri flestu kundar hjá LÍV hevur hetta onga ávirkan. Kundar, ið lata peningarnar verða verandi hjá LÍV merkja einki til hetta, eins og tað onga ávirkan fær á pensjónistar, sum fáa útgjald frá LÍV ella skjótt fara at fáa tað, sigur LÍV í skrivi.