Fiskaarbeiði
Hvalba: Nú er lív komið í aftur í flakavirkinum í Hvalba.
Flakavirkið hevur ligið stilt í meiri enn eitt ár, men klokkan átta í gjáramorgunin vóru dyrnar lætnar upp aftur.
Síðani eitt samtak av klaksvíkingum og hvalbingum keyptu virkið, hevur verið arbeitt við at gera virkið ístand, so at tað kundi taka ímóti fiski.
Og mánadagin var komið so langt, at fyrsta fiskarúgvan kundi keypast á uppboðssøluni.
Hesuferð keyptu tey bara 10 tons av upsa at royna maskinurnar við og klokkan átta í gjáramorgunin fóru ímillum 20- 30 fólk til arbeiðis á virkinum.
Nakrir byrjanartrupulleikar vóru í gjár, men tað høvdu teir væntað. Tá ið maskinurnar eru stillaðar inn, sum tær skulu, verða eini 40-50 arbeiðspláss á virkinum.
Nú flakavirkið í Hvalba letur upp aftur, verður tað undir navninum Suðurís. Tað verður ein partur av samtakinum, sum Johan Páll Joensen hevur saman við øðrum. Frammanundan eru Norðís á Eiði, Eysturís í Klaksvík, Vestís í Vágum í samtakinum, men nú kemur so eisini eisini Suðurís í Hvalba uppí.
? At tað eru fleiri virki í samtakinum, gevur tað okkum nakrar fyrimunir, sum gera raksturin bíligari. Eitt nú kunnu vit keypa fisk og vørur og tilfar í felag, vit kunnu hava felags sølu o.s.fr.
Byggir á fiskivinnuna á staðnum
Johan Páll Joensen, sum er stjóri á virkinum, sigur, at nú virkið letur uppaftur, verður tað við grundarlagi í tí fiskivinnu, sum er í Hvalba frammanundan.
Sostatt fer virkið fer í mesta mun at taka ímóti kongafiski, svartkalva og upsa frá djúpvatnstrolarunum, eins og tað gjørdi frammanundan.
Hann sigur, at bátarnir fiska eini 5.000 tons um árið og, men at teir hava sett nøsina upp ímóti, at nýggja virkið í Hvalba skal taka ímóti 4.000 ? 4.500 tonsum um árið.
Tað er eitt felag hjá Johan Páll Joensen, sum eigur helvtina av virkinum í Hvalba. Hina helvtina eiga hvalbingar, við teimum báðum trolarunum Steintór og Niels Paula, arbeiðsmannafelagnum og Arbeiðskvinnufelagnum, á odda.
Í sambandi við virkið nú letur upp aftur, er eitt ognarfelag stovnað. Hetta felagið eitur ?Flakavirkið í Hvalba? og tað felagið eigur bygningarnar og annars tær ognir, sum eru í virkinum.
Men síðani er eitt annað felag stovnað, sum eitur ?Suðurís? og sum skal standa fyri sjálvum rakstrinum og sum leigar ognirnar frá Flakavirkinum í Hvalba til endamálið .
Hvalbingar og klaksvíkingar eiga hvør sína helvt í báðum feløguum.
Johan Páll Joensen sigur, at virkið kostaði tríggjar milliónir at keypa, men partapeningurin í feløgunum, sum eiga og skulu reka tað, er útvið seks milliónir.
Men nú virkið stendur klárt at taka ímóti fiski, stendur tað teimum í umleið 10 milliónum.
Virkisleiðari á virkinum verður Jens Sofus Thomsen úr Hvalba.