Lív hevði 31,4 milliónir í avlopi

Í fjør hevði Lív-samtakið eitt avlop upp á 31,4 milliónir í avlopi fyrir skatt. Eftir skatt var avlopið 24,2 milliónir í avlopi Tað er úrslitið av ársins virksemi, almannakunngerð samtakið í dag.

Tryggingargjøldini hjá samtakinum eru nakað minni enn árið fyri. Í 2010 vóru tryggingargjøldini slakar 344 milliónir krónur móti sløkum 348 milliónum í 2009.

Hetta svarar til eitt fall uppá 1,1%, aftur ímóti einum vøkstri uppá 6,8% í 2009.

Við árslok 2010 vóru 18.984 fólk fevnd av eini eftirlønar- og lívstrygging hjá LÍV-samtakinum. Tað er nakað meira enn við árslok 2009 tá 18.476 fólk vóru fevnd av eini eftirlønar- og lívstrygging hjá LÍV-samtakinum.

Tað svarar til ein vøkstur uppá sløk 3%.

Tryggingarveitingarnar eru øktar úr 148 milliónir krónur í 2009 til 191 milliónir í 2010. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 29%.

Úrslitið av íløguvirkseminum í 2010 var ein vinningur uppá 207,8 milliónir krónur, afturímóti 165,9 milliónum í 2009.

Gongdin á fíggjarmarknaðinum í árinum hevur verið góð, bæði tá tað snýr seg um partabrævamarknaðin og lánsbrævamarknaðin. Partabrøvini hjá samtakinum góvu í 2010 eitt miðalavkast uppá 23,3% meðan lánsbrøvini góðu eitt miðalavkast uppá 5,4%.

Fíggjarstøðan javnvigar við 3,8 milliardum Íløgupolitikkurin hjá samtakinum leggur dent á at spjaða íløgurnar, soleiðis at samtakið ikki verður so hart rakt, um ein íløguflokkur ikki gevur nøktandi avkast.

Øll nevndin stóð fyri vali og er afturvald og í henni eru eru Poul Hansen, Súsanna E. Sørensen, Una J. Joensen, Jógvan Mørkøre og Gunnleivur Dalsgarð.