LÍV gleppur fakfeløgum av hondum

Fakfeløgini fáa neyvan loyvi at keypa helvtina av Føroya Lívstrygging, hóast Vinnumálaráðið trýstir á fyri at fáa søluna framda. Tryggingareftirlitið kann ikki góðkenna fakfeløgini sum keyparar, tí tey eru ov veik at lofta eftirlønarmilliardunum. Á síðulinjuni bíðar TF Holding við einum ítøkiligum tilboð

Tað sá so einfalt út, tá 17 fakfeløg hálvan desember í fjør boðaðu frá, at tey nú keypa helvtina av Føroya Lívstrygging.
Keypssáttmáli varð undirskrivaður fríggjadagin 14. desember, og við honum keyptu fakfeløgini helvtina av LÍV fyri 35 milliónir krónur. Hin helvtin skal, sambært lóg, latast Ognarfelagnum LÍV.
Síðani hevur tøgn verið um keypið, ið sambært almennu fráboðanini í desmber ”er treytað av, at Tryggingareftirlitið og avvarðandi myndugleikar góðkenna tað.”
Alment vil Tryggingareftirlitið einki siga um málið yvirhøvur, nú farið er um hálvan apríl. Men Sosialurin veit frá keldum, at Tryggingareftirlitið í drúgvari frágreiðing ger greitt, at sølan kann ikki góðkennast.
Sambært keldum hjá Sosialinum reisir Tryggingareftirlitið eina røð av spurningum, ið sáa iva um, hvørt fakfeløgini megna at lofta helvtini av einum felag, sum umsitur eftirlønir fyri milliardir av krónum.
Sum myndugleiki skal Tryggingareftirlitið meta um styrkina hjá tí felag, ið keypir. Eisini skal eftirlitið meta um útlitini fyri, at hesi megna at reka LÍV á skilagóðan hátt. Og tað er henda meting, ið sambært keldunum hjá Sosialinum, ikki ber á mál.

Politikkurin
Eftir togan og telvan í áravís bleiv í 2006 politisk semja um at einskilja Føroya Lívstrygging. Leisturin bleiv, at helvtin av partabrøvunum skuldu latast Ognarfelagnum LÍV, sum er felagið hjá øllum tryggingartakarum í LÍV, meðan hin helvtin skuldi seljast. Í leistinum, sum eitt samt løgting tók undir við í mai 2006, lá eisini, at landsstýrið skuldi avhenda báðar helvtirnar av LÍV í senn. Á henda hátt kundi landsstýrið stýra og tryggja, at Ognarfelagið LÍV og ein komandi keypari fingu í lag eina skilagóða samstarvsavtalu um framtíðar rakstur av Føroya Lívstrygging.
BankNordik átti besta tilboðið, og í mai í 2011 boðaði bankin frá, at tey vildu keypa helvtina av LÍV fyri 35 milliónir krónur. Taparin í tí kappingini var TF Holding, ið eisini bjóðaði.
Men tilboðið hjá BankNordik varð sum kunnugt trekt aftur í mars í fjør, og líka síðani hava fakfeløgini ligið framvið at keypa. Í mai í fjør settu fakfeløgini ein bólk við fimm fakfelagsformonnum og –kvinnum at standa fyri keypinum vegna fakfeløgini, ið tá avtornaði gjørdust 17 í tali. Síðani er eitt fakfelag komið afturat.
Meðan TF Holding framvegis vísti áhuga, so var tíðliga í tilgongdini greitt, at Vinnumálaráðið heldur vildi hava fakfeløgini at keypa LÍV. Enntá gav landsstýrismaðurin í fjørsummar greitt til kennar, at hann um neyðugt ætlaði at selja helvtina av LÍV til fakfeløgini, uttan samstundis at lata hina helvtina til Ognarfelagið LÍV. Boðini frá Johan Dahl til fakfelagsbólkin vórðu givin í juni í fjør.
Ein fortreyt fyri søluni av helvtini av LÍV var sum longu nevnt, at hin helvtin av felagnum samstundis varð avhendað til Ognarfelagið LÍV, sum í sínum lagi var farið at ótolnast eftir at fáa sína helvt av felagnum. Í september í fjør hevði Ognarfelagið LÍV mist tolið, og bað tí landsstýrismannin í vinnumálum um at taka av tí tilboði, sum TH Holding hevði uppá helvtina av LÍV. Ognarfelagið vísti millum annað á, at TF Holding stóð við sítt tilboð, og at tað hevði TF Holding eisini gjørt Vinnumálaráðnum greitt í juni í fjør.
Sambært keldum hjá Sosialinum var Ognarfelagið LÍV longu tá, í fjørheyst, sannført um, at framtíðin var mest fruktargóð saman við TF Holding, heldur enn saman við fakfelagsbólkinum. Komið var so langt við hesum fríggjaríi, at Ognarfelagið LÍV og TF Holding høvdu gjørt eina sínamillum avtalu um, hvussu LÍV skuldi skipast og umskipast eftir eina møguliga sølu.
Leggjast kann afturat, at telvingin um søluna av LÍV fer fram, samstundis sum landsstýrið broytir viðurskiftini á eftirlønarmarnaðinum grundleggjandi. 1. januar 2012 kom í gildi lógin, ið skattar eftirlønir við inngjald, heldur enn útgjald. Og samstundis varð við eini skiftistíð uppá hálvt ár kravt, at í framtíðini skulu allar eftirlønir sparast upp í Føroyum.

Tilboðið vigast
Tað var sum nevnt hálvan desember í fjør, at fakfeløgini skrivaðu undir keypssáttmála fyri helvtina av LÍV. Formliga er tað smápartafelagið Fakfelag, við 80.000 krónum í partapeningi, ið keypir. Nevndarformaður er Pætur Niclasen, formaður í S&K Felagnum, meðan Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, er stjóri í sp/f Fakfelag, ið er stovnað hálvan oktober í fjør.
Tryggingareftirlitið skal, sum tað liggur í orðinum, hava eftirlit við teimum, sum reka tryggingarvirksemi í Føroyum, bæði tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum. Tryggingareftirlitið skal somuleiðis góðkenna tey, sum ætla at keypa seg inn í hesa vinnu. Eitt nú, um ein partaeigari yvirhøvur er egnaður at vera partaeigari í hesi vinnu, sum livir av at umsita pengar hjá fólki, líka til tey fáa brúk fyri teimum við pensjónsaldur.
Tað ber ikki til at fáa útgreinað niðurstøðuna hjá Tryggingareftirlitinum um ikki at góðkenna sp/f Fakfelag sum ein seriøsan keypara av helvtini av LÍV.
- Eg havi onga viðmerking yvirhøvur, er tað einasta, ið Jógvan Thomsen, stjóri á Tryggingareftirlitinum, fæst at siga.
Jógvan Thomsen vil heldur ikki siga, nær ein almenn fráboðan kemur frá Tryggingareftirlitinum. Hann hevur onga viðmerking til málið.
Fakfeløgini hava higartil einki vilja sagt um, hvussu tey ætla at fíggja eitt komandi keyp av helvtini av Føroya Lívstrygging, ið teimum stendur í boði fyri 35 milliónir krónur. Keldur hjá Sosialinum vilja tó vera við, at keypið partvís skal fíggjast við lántøku, ið skal rindast aftur við framtíðar vinningsbýti úr LÍV.

Alt á gólvið
Niðurstøðan hjá Tryggingareftirlitinum hevur sett ferð á fundarvirksemið kring søluna av Føroya Lívstrygging. Sum Sosialurin skilir royna fakfeløgini at savna og styrkja seg um eina nýggja roynd at sleppa gjøgnum nálareygað hjá eftirlitinum.
Á hinum bógnum hevur Ognarfelagið LÍV, ið sambært løgtingslóg frá 2006 skal fáa helvtina av LÍV, endaliga mist tolið við fakfeløgini. Ognarfelagið LÍV hevur gjørt Vinnumálaráðnum greitt, at tey tíma ikki at spæla við meira. Ognarfelagið metir søluna til sp/f Fakfelag at vera dotna niðurfyri, og felagið sigur seg ikki hava hug at leingja freistirnar, soleiðis at fakfeløgini fáa ein kjans afturat. Í staðin mælir Ognarfelagið enn einaferð til, at TH Holding sleppur at keypa helvtina av LÍV. Boðini eru somikið endalig, at eisini løgmaður er kunnaður. Støðan hjá Ognarfelagnum er áhugaverd, tí Ognarfelagið skal við lóg og pr definitión vera ein framtíðar samstarvsfelagi hjá tí, sum keypir helvtina av LÍV.